Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kinna viltist í Leirvík

Norðlýsið

Kendi listaummælarin, Kinna Poulsen, kom til stongdar dyr tá Mentanarheiðursløn landsins vóru handaðar í Klaksvík. Orsøkin var at hon viltist í Leirvík.

Kinna skrivar soleiðis í bloggi sínum í morgun:

”…Í einum bili við ovurhonds nógvum døggi á rútunum bent uttan fyri Spaniastovu á Klaksvíksvegi í Klaksvík sótu vit og fegnaðust sjálvt um støðan har í bilinum kendist eitt lítið vet absurd. Vit vóru 5 minuttir ov sein til hátíðarhaldið, tí vit koyrdu skeivt í Leirvík og funnu ikki vegin til Klaksvíkar alt fyri eitt (ja eg veit, men har er altso ein nýggjur vegur komin) og tá vit komu fram var hurðin stongd. Vit bankaðu uppá eina góða løtu. Støðan var so vónleys og býtt, at vit nøkur sekund í neyðini umhugsaðu at taka til takvindeyguni sum loysn, men sissaðust tó, tá vit sóu hvussu væl afturlatin tey vóru. Bygningurin tóktist yvirhøvur hermetiskt læstur sum eitt satt klaksvíkst Fort Knox og har stóðu vit útihýst frá náðini. Aftaná eina góða løtu kom ein sera óblíður maður, hann var eftir øllum at døma ørkymlaður av bankarínum, og segði okkum, at pláss var ikki fyri okkum í tilhaldshúsinum. Ella hann segði nokk bara, at har var ikki pláss og ferdutt og áðrenn vit beinfrystu náddu at reagera, var hann horvin aftur og har stóðu vit í myrkrinum og kuldanum á Klaksvíksvegi í Klaksvík sum kánus, tað var nokkso snópisligt og vit vóru heldur ikki tey einastu, sum stóðu har. Um ikki annað kundu vit verið sloppin inn í gongina at hita okkum. Har var gott pláss og á myndum í Norðlýsinum síggi eg, at pláss eisini var framvið vegginum har fleiri fólk stóðu. Er ikki pláss fyri teimum 80 havnafólkunum og 20 klaksvíkingunum og 5 vestmenningunum í hugnaligu hølunum í Spaniastovu, ja so mugu vit bara hava virðislønarhaldið í Norðurlandahúsinum í Havn næstu ferð. Har er pláss og har sleppur mann innar at bíða um ikki annað. Heilt erligt, so veit eg ikki hvat hatta snúði seg um. Eru tey so proff í Klaksvík, at tey ikki vilja hava óljóð tá útvarpið hevur ómakað sær at koma norður? Tað ljóðaði annars nokkso avslappað, hátíðarhaldið, skal eg meta um tað eg hoyrdi í útvarpinum, tann einasti, sum var ordiliga proff var tann effektivi duravørðurin. Aja, radioapparatið í bilinum var sera gott, so vit fingu fylgt við í tí, sum gekk fyri seg innanfyri stongdu dyrnar og tað var jú gleðiligt at hoyra heiðranina av øllum teimum evnaríku lista- og mentanarfólkunum. Kim keypti ein pakka av kips, sum vit ótu í bilinum aftur við violintónleiki og heiðurslrøðum…..”

Fjølmiðlar sum møttu til tiltakið høvdu tekna seg frammanundan og teimum var avlagt pláss.

Hesir høvdu fingið innbjóðing men sum skilst hevði Listabloggin ikki fingið innbjóðing. Ikki hevur eydnast okkum at fingið viðmerking úr Mentamálaráðnum.