Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kioskin í Víkunum eitur nú Kiosk 700

Oliver Joensen

Tað eru teir báðir svágrarnir Joen Dávid Norðoy og Magnus P. Joensen, ið standa fyri felagnum Kiosk 700.

Byrjað varð 21. Desember í fjør, men tað tekur langa tíð at koma ígongd við slíkum virksemi tá tú skalt byrja av nýggjum, sigur Magnus P. Joensen. Tú skalt hava góðkenningar frá øllum leverandørum, og tað er nakað, sum tekur tíð.

Hóast vit hava selt flestu vanligu kioskvørurnar, sum heitar pylsur, pizza bógv sløg av blandaðum bommum keks, ymiskar matvørur og annað, so kemur ikki rættulig gongd á søluna við vikubløðum, gekkum og øðrum, sum hevur tikið tíð at fingið samband við.

Higartil hevur gingið eftir ætlan, siga teir báðir Magnus og Dávid, vit eru spentir uppá komandi tíðina, men vit hava ein sera positivan hugburð fyri, at um vit geva fólki eina góða tænastu og fylgja gongdini í Kiosk 700 væl, so skal hetta nokk fara at bera til.