Sambært einum uppskoti, sum Rigmor Dam, landsstýriskvinna, hevur sent til hoyringar, skal fólkakirkjan í tann mun hon hevur rituali til tað, fáa loyvi at signa samkynd hjúnaløg.
Sambært einum uppskoti, sum Rigmor Dam, landsstýriskvinna, hevur sent til hoyringar, skal fólkakirkjan í tann mun hon hevur rituali til tað, fáa loyvi at signa samkynd hjúnaløg.
”Vit meta tað vera prinsipielt skeivt at lóggeva um kirkjulig viðurskifti, uttan at fólkakirkjan hevur tikið lut í lógarsmíðinum.” Tað stóð í einum felags hoyringssvari, frá Føroya Stiftsstjórn, Felagnum fyri kirkjuráðslimir og Prestafelag Føroya tann 20. januar. Hoyringssvarið var sent í sambandi við uppskotið hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, um at broyta grein 14, stk. 2 í hjúnabandslógini.
Løgtingssamtyktin um at loyva samkyndum at giftast, sum løgtingið samtykti í apríl, kann ikki setast í gildi, fyrr enn grein 14, stk. 2 í hjúnabandslógini er strikað ella broytt. Í lógini frá apríl stendur: ”Anordningen træder i kraft, når § 14, stk. 2 i anordning om ægteskabs indgåelse og opløsning er ophævet eller omformuleret således, at den ikke giver ret til velsignelse af borgerligt indgået ægteskab mellem to personer af samme køn.”
Kirkjuligu myndugleikarnir mæltu frá
Tá Rigmor Dam, landsstýriskvinna, royndi at broyta hesa reglu, fyri at fáa samtyktina frá apríl setta í verk, mæltu Føroya Stiftsstjórn, Felagið fyri kirkjuráðslimir og Prestafelag Føroya frá at samtykkja uppskotið. Feløgini skrivaðu í hoyringssvarinum:
”Borgarliga gift (kona og maður, har annað ella bæði eru limir í fólkakirkjuni) hava sambært § 14, stk. 2 lógartryggjað krav upp á kirkjuliga signing. Hetta skal vera óbroytt.” Feløgini komu síðani til hesa niðurstøðuna:
“Vit vilja verja lógartryggjað rættindi hjá limum fólkakirkjunnar, og vit vænta, at politiski myndugleikin vil virða sameinda vilja okkara.”
Hevur gjørt nýtt uppskot
Nú hevur Rigmor Dam gjørt eitt nýtt uppskot, har skotið verður upp, at orða grein 14, stk. 2 soleiðis:
“Hjún í borgarliga stovnaðum hjúnalagi kunnu, í tann mun fólkakirkjan hevur løggild ritual til tess, lata sóknarprest signa hjúnalagið. Landsstýrismaðurin ásetir greiniligari reglur um hetta.”
Við hesum fylgir landsstýriskvinnan hoyringssvarinum frá kirkjuligu myndugleikunum og tekur ikki burtur rættin hjá borgarliga giftum at fáa kirkjuliga signing av hjúnalagnum.
Men samtíðis letur hon eisini upp til kirkjuna sjálva at gera av, um hon eisini vil signa samkynd hjúnaløg, tí skilt verður ikki í uppskotinum millum samkynd og hinskynd. Spurningurin er so, um hjúnabandslógin kann verða sett í gildi við at hetta uppskotið verður samtykt, tí í lógartekstinum í hjúnabandslógini stendur, at tað kemur í gildi, tá grein 14, stk. 2 er strikað ella umorðað soleiðis, “at den ikke giver ret til velsignelse af borgerligt indgået ægteskab mellem to personer af samme køn.”




