Tað var í tøkum tíma, at vit fingu eina rundkoyring á posthúshorninum, tó er alneyðugt við ábótum.
Nú er drúgv tíð gingin, síðani borgarstjórin klipti snórin við rundkoyringina og harvið loysti ein stóran ferðslutrupulleika í býnum.
Men vit eiga nú at gera eina uppfylging og gera ábøtur á tað, ið ikki riggar, sum tað átti.
Frákoyringin úr rundkoyringini og niðan norðanfyri gamla kirkjugarðin er eitt stórt vandamál. Hetta lítla vegastrekkið varð fyrr skipað sum einvegis ferðsla vestureftir. Helst tí, kemur tað enn fyri, at bilar, sum koma úr rundkoyringini og skulu niðan Uppsalagøtu, fara yvir ímóti kirkjugarðinum, áðrenn snarað verður suðureftir. Her átti at verið strikað upp, soleiðis at ongin ivi var um, hvussu koyrast skuldi vestur ella niðanum kirkjugarðin.
Men tá komið er niðan í Vágstún er líka galið, tí har vóru einaferð hajtenn og kanska er tá tí, at tað sýnist sum um bilførarar als ikki vita hvør eigur at halda aftur, har eru nevniliga als ongar strikur og tá túnið er vítt er tað sera ymiskt hvussu bilarnir koyra eftir Vágstúni.
Serstakliga um áttatíðina á morgnið er Kirkjubrekka – Vágstún – rundkoyringin og Uppsalagøta – rundkoyringin eitt vandamál.
Nakað annað er so at ferðsluforðingarnar til rundkoyringina í summum førum eru og høgar, men tað verður helst loyst við asfaltering tá veðrið gerst betur seinni á árinum.




