Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Kirkjugarðurin í Kunoy um at fara í havið

Jóhann Lützen

Eitt brim aftrat so er vandi fyri at kirkjugarðurin er vekk, sigur Hans Pauli Purkhús við Norðlýsið

Brimið, sum gjørdi um seg herfyri, gjørdi at tað breyt heilt niðan á bakkan og tók stóra sárið við sær, sigur Hans Pauli Purkhús við Norðlýsið. 

Vit løgdu merki til hetta nú, ongin hevur givið sær fær um tað, fyrren menn hugdu uppá tað, sigur Hans Pauli

Brimið hevur tikið stóra grótið norðanfyri grótkasinum við sær og er fari oman gjøgnum dráttin. Nógv grót liggur framvegis á kajini. 

Eitt brim aftrat so er vandi fyri at kirkjugarðurin er vekk. Alt er í knúsi, sigur Hans Pauli Purkhús við Norðlýsið

Vit vóru á staðnum og fingu nakrar myndir.