Eins og undanfarna ár er KJ Hydraulik ein natúrligur partur av Sjómannadegnum. KJ er ein fyritøka sum arbeiðir innan nógv økir, og vilja vit á hesum sinni seta okkara fokus á alivinnuna.
Dagurin hjá okkum sær soleiðis út:
Frá kl. 09:00 – er møguleiki at vitja okkara bás og har síggja model av ein av teimum fyrstu vælumtóktu tvíkyljum sum KJ bygdi. KJ byggir í løtuni bát nr.25 í røðini.
Á básinum er eisini nógv annað áhugavert at síggja sum KJ umboðar.
Sum nakað forvitnisligt fer KJ at hava eitt áhugavert akvarium við smolti í, sum tey vitjandi hava møguleika at gita mongdina av, og samstundis verða við í lutakasti um 3 góðar vinningar, har eini vinningurin er eitt Sony w170 digital kamera frá LM handlinum á Kambsdali. Kl. 16:00 verður drigið um vinningarnar.
Kl 13:00 Verður tann vælumtókta Alisúpanin v/flutes frá Muntra bjóðað ókeypis.
Á síðsta Sjómannadegi, serveraði KJ 600 verðar.
Við ynskjum um ein væl eyðnaðan sjómannadag.




