Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KJ Hydraulik ger tvíkilju á Skarðhamri

John D. Olsen

Í síðstu viku kom ein tvíkilja til Klaksvíkar úr Letlandi. Tvíkiljan varð førd út á Skarðhamar, har hon skal gerast liðug.

Týskvøldið í síðstu viku kom ein tvíkilja til Klaksvíkar. Tvíkiljan varð førd út á Skarðhamar, har hon skal gerast liðug, áðrenn hon veður latin alifyritøkuni Pan Fish.

Arbeiðið við at smíða sjálvan skrokkin, ið er 6 metrar breiður og 12 metrar langur, var gjørt í Lipija, í Letlandi. Í Klaksvík skal tann seinasta monteringin gerast. Eitt nú skal ein stórur krani setast umborð eins og onnur útgerð til ein nýmótans alibát.

Tvíkiljan kom umvegis Rotterdam, til Føroya við farmaskipi. Fyrst var hon koyrd uppá land í Tórshavn. Týsdagin var hon tikin umborð á Lóm og førd til Klaksvíkar.

Nú tvíkiljan er komin til Klaksvíkar skal KJ Hydraulik gera bátin lidnan í einari høll hjá P/F Skarðhamar, á Skarðhamri. Avtala er gjørd við Sp/f Skarðhamar um leigu av eini stórari høll í norðara bygninginum hjá felagnum.

Tá tvíkiljan var komin uppá ein stóran trailara úti við bygningin hjá Skipafelagnum um 18 tíðina, so varð leiðin sett inn móti býnum. Sum vera man vóru tað nógv eygu, sum hugdu ígjøgnum vindeyguni, tá stóri báturin kemur koyrandi suðureftir Klakvíksvegnum við blinkandi ljósum og fleiri politistum.

Tá komið var heim á Fornagarð var dragað eystureftir yvir ímóti sandinum og gekk leiðin millum Betesda og Bókasavnið og inná Skúlavegin. Betongforðingarnar við skúlarnar vóru tiknir burtur, soleiðis at koyrandi var framvið skúlunum. Síðan var leiðin sett út á Skarðhamar.

Tá komið var út á Skarðhamar gekk ein løta, áðrenn tvíkiljan kundi koyrast inní stóru høllina. Ikki var nógv út at geva, tí bert vóru nakrir fáir sentimetrar hvørjumegin skrokkin, tá hann var førdur inn í gjøgnum hurðina. Men tá avtornaði so gekk alt væl og báturin var komin í høllina at standa nakað áðrenn kl. 21:00.

Nú tvíkiljan er komin í høllina á Skarðhamri, er ætlanin at einir 4-6 mans hjá KJH fara at leggja seinastu hondina á arbeiði við bátinum, áðrenn hann verður latin Pan Fish fyrst í komandi ári.

Hetta er 18. nýbygningur sum HJK letur byggja. Men síðan alingin nærum steðgaði upp er av góðum grundum eingin nýbygningur gjørdur til alivinnuna. Tískil er hetta tann fyrsti báturin, ið felagið letur byggja síðan kreppan tók seg upp í alingini, men fleiri feløg hava givið til kennar, at tey umhugsa at fara at byggja.

Stjórin í KJH, Ólavur Asafsson Olsen, sigur, at nú gongd aftur er komin í alingina hava teir fingið fleiri fyrispurningar um at byggja nýggjar bátar. Í fyrstu siftu er avtala fingin uppá pláss við tveimum nýggjum tvíkiljum. Mitt í januar kemur væntandi tann næsta tvíkiljan til landið úr Letlandi, sum eisini skal gerast liðug á Skarðhamri. Hendan tvíkiljan verður væntandi latin keyparanum, P/F Luna í Fuglafirði einaferð móti vári. Enn er eingin avtalað gjørd um 20. nýbygningin, men stjórin á KJH sigur, at væntandi verður tað skjótt, tí fleiri hava givið til kennar, at teir ætla sær undir at byggja.

Ólavur A. Olsen, sigur, at um ikki koyrandi var undir Leirvíksfjørð, hevði tað ikki verið møguligt hjá felagnum at gjørt tvíkiljuna lidna í Klaksvík. Sostatt vísir stjórin á týdningin fyri at tænastur og vørur kunnu frítt ferðast millum økini, nú fast samband er. Hann sigur eisini, at KJH hevur sett fleiri klaksvíkingar og norðoyingar í starv síðani koyrandi varð undir fjørðin.