Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kjak um Gerðabø

John William Joensen

Eg kann siga meg samda við Mikkjal á Bergi í tí, at eg unni FK ein nýggjan handil, bara hann ikki verður á Gerðabø, skrivar Nicolina Dahl

Heading: Viðmerking

Text: Eg kann siga meg samda við Mikkjal á Bergi í tí, at eg unni FK ein nýggjan handil, bara hann ikki verður á Gerðabø, men tað gevur høvi til at undirstrika enn einaferð, at mítt mótmæli hevur sum so onki við FK at gera – tað er líka mikið, hvør hevði bygt har, so var tað ikki rætt! Men so er at siga, at tað er ógvuliga løgið, at FK ikki hevur funnið eina loysn fyrr. Handilsbygningar hava verið til sølu, og aðrir hava keypt og bygt. Hví skal FK hava framíhjárætt til bestu øki í býnum? Aðrir handilsmenn hava sjálvir funnið grundøki á byggja á. Samd við Oliver, at tað átti ikki at veri kommunal uppgávu at finna FK øki at byggja á. Veit nakar orsøkina til, at FK ikki kann vera við í hasi sokallaðu Miðbýarætlan? Ein uppsalamaður sigur, at hann gleðir seg til at síggja, hvussu bygningurin kemur at síggja út. Ongin hevur frætt eitt orð frá FK sjálvum, men um vit skulu døma um teir bygningar, sum FK higartil hevur bygt í Føroyum, so er ikki nógv at rósa av.



Eg havi ikki stórvegis hug at kjakast við dulnevnd fólk, men av tí, at eg veri nevnd, vil eg gera hesar viðmerkingar:



Til AM: Hatta tú skrivar um, at vit, ið búgva á Heygum, møguliga bøla oman á fornminnum, avdúkar bara ein vanligan ókunnleika til bý okkara. Hetta økið, har m.o. eg búgvi, liggur uttanfyri bøgarðarnar til gomlu Gerðar. Meg minnist væl bøgarðin, soleiðis sum hann sá út og kundi peika tær á, hvar hann lá. Tað vil við øðrum orðum siga, at vit liggja í haganum og her hava neyvan stórvegis fornminni verið undir. Okkara hús eru bygd á mýrulendi og omanfyri Kráargøtu vóru torvheiðar. Síðan tók bøurin við aftur norðeftir. Vit í Klaksvík hava ein heilt serligan møguleika við at hava Gerðabø liggjandi – vit síggja enn bøgarðarnar um økið og tað er søguligt við lít. Fyri ikki at tala um vakurleikan. Tað, sum bygt er á, kann onki gerast við, men tað, sum ikki bygt er á, kunnu vit framvegis gleðast um! Tað er til felags gagn fyri allar klaksvíkingar.



Til Jóhan: Heilt erligt, tað kemur ikki hesum kjaki við, hvussu eg eri.