Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kjakfundur um atkomu

John William Joensen

Í nógv ár hava rørslutarnaði ynskt, at bygningar og landsløg vóru bygd soleiðis, at hædd er tikin fyri koyristólum.

Nú sær út til, at hetta ynski um síður gerst verunleiki. Í hesum sambandi skipar Ráðið fyri Brekað fyri kjakfundi mikukvøldið. Fundurin tekur støði í atkomu fyri øll og í reglunum, sum Innlendismálaráðið arbeiðir við at seta í gildi.

Endamálið er at fáa eitt gevandi orðaskifti og venda spurninginum um, hví allir borgarar í okkara samfelag ikki kunnu luttaka á jøvnum føti.

Vit varpa ljós á politisku ætlanirnar, tað arkitektoniska sjónarhornið, frákomu og brunaumsjón, gongdina við at fáa regluverkið sett í verk og um persónligar royndir, tá ein er rørslutarnarðu.

Á fundinum luttaka Annika Olsen, landsstýriskvinna, Svend Sivertsen, arkitektur, Petur Lava Olsen, stjóri, Hans Jacob Heinesen, skrivstovumaður og Elsa Østergaard, løgfrøðingur.

Orðstýrari verður Rigmor Dam.

Fundurin verður í Miðlahúsinum mikukvøldið 07. oktober kl. 19 – 21.