Drúgv og áhugaverd búnaðarstevna hevur verið í Klaksvík í dag við hópin av hugvekjandi innleggum
Smáir 200 luttakara úr øllum landinum høvdu leitað sær til Klaksvíkar at fylgja við og koma við viðmerkingum og spurningum.
Eftir einum góðum bita – alt frá bóndans borði, var hildið fram kl. 18:30 við kjakfundi við pallborði, har evnið var “Einskiljing av landsjørðini”.
Pallborðsluttakarar vóru:
Fólkaflokkurin – Jacob Vestergaard, landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, sum eisini umsitur landbúnaðarmál
Sambandsflokkurin – Bjørn Kalsø, landsstýrismaðurin í mentamálum
Javnaðarflokkurin – Henrik Old
Tjóveldi – Bjørt Samuelsen
Sjálvstýrisflokkurin – Kári P. Højgaard
Miðflokkurin – Bill Justinussen
Framsókn – Sámal Petur í Grund
Orðstýrari var Beinta Løwe Jacobsen




