Vísandi til kjakið, sum hevur verið í sambandi við íløgureglur hjá pensjónsfeløgum seinastu dagarnar, hevur spurningurin um íløgupolitikkin hjá Føroya Lívstrygging eisini verið frammi.
Tíðindaskriv frá Føroya Lívstrygging
Nevndin hevur á fundi seinnapartin umrøtt hesi viðurskifti og er samd um, at felagið ikki skal gera íløgur í ídnað, ið framleiðir tubbak, vápn o.tíl.
Nevndin í Føroya Lívstrygging tekur málið í størstum álvara og heilsar kjakinum um etiskar íløgur vælkomnum. Føroya Lívstrygging vónar, at hetta kann verða høvi til at fáa eitt breitt kjak um, hvussu íløgur eiga at umsitast. Trupulleikin viðvíkjandi etiskum íløgum er nakað, ið allir eftirlønarveitarar, tryggingarfeløg og peningastovnar, umframt almennir grunnar, eru felags um, serliga tí einki greitt amboð finst til at gera skilnað ímillum ”rættar” og ”skeivar” íløgur.
Leiðslan á Føroya Lívstrygging fer á fyrstkomandi nevndarfundi at leggja fram leiðreglur um ein etiskan íløgupolitikk.




