Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kjakið um útlendinga politikkin farið av sporinum

John William Joensen

sigur Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, sum heldur at hetta er sera óheppið nú arbeiðsloysi er vaksandi

Tá rokið um útlendinga málið var upp á tað harðasta, varð semja gjørd í samgonguni um at útlendingar, sum høvdu arbeiði skuldu framhaldandi varðveita uppihaldsloyvi í Føroyum.
Hetta merkti samstundis at føroyskir myndugleikar ikki longur skuldu taka atlit til um arbeiðsloysi var í økinum har útlendingur søkti um arbeiðs- og uppihaldsloyvi. Um útlendingur hevði váttan frá arbeiðsgevara um framhaldandi arbeiði so skuldi viðkomandi hava rætt til at fáa arbeiðs- og uppihaldsloviði longt.
Tó verður framvegis tikið atlit til arbeiðsloysi tá nýggjar umsóknir um arbeiðs- og uppihaldsloyvi koma.
 
Fleiri útlendingar arbeiða í Suðuroynni
Norðlýsið hevur fingið váttan fyri at tað í løtuni eru fleiri útlendingar, sum hava arbeiði í Suðuroynni hóast talið á arbeiðsleysum í oynni nú er farið upp um 340.
Tá vit ringdu til forkvinnuna í Føroya Arbeiðarafelag, Ingeborg Vinther, segði hon at kjakið um útlendingamálið fór fullkomiliga av sporinum.
– Tað er næstan vónleyst at gera viðmerkingar til útlendingamálið uttan at vera skírd rasist, og hetta beindi fyri at mann seriøst fór inn og viðgjørdi málið.
– Taka vit okkara limir í Suðuroynni so er talið á teimum omanfyri 340 arbeiðsleys og hóast hetta stóra tal so vera teir sum hava fingið arbeiðs- og uppihaldsloyvið sama rætt at koma til arbeiðis sum tey sum hava búð í oynni alt sítt lív
– Hetta hevur ein stórur partur av okkara politikkarum góðtikið, og avleiðingin av hesum er at føroyingar mugu sita heima meðan útlendingar eru til arbeiðis.
– Tað er nevniliga soleiðis, at tá útlendingar fyrst hava fingið arbeiðs- og uppihaldsloyvið í Føroyum, so hava teir somu rættindi, sum okkara limir og vit gera sjálvandi ikki mun á føroyingum og útlendingum.
– Men tað hevur altíð verið soleiðis at mynduleikararnir tóku atlit til um brúk var fyri fleiri útlendingum í Føroyum tá arbeiðs- og uppihaldsloyvi vóru givin ella longd, men hesi atlit hevur samgongan nú sett úr gildi.
– Eg haldi at hetta eiga vit at kunna tosað um opið og erligt, men tá eg úttalaði meg seinast um hetta málið var eg saman við landsstýrismanninum í Innlendismálum skírd rasist.