Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kjaktorgi enn einaferð

John William Joensen

Vit mugu duga at vera ósamd, og lata vera við at kalla smærri lutir fyri katastrofur

Síðan vit lótu upp fyri kjaktorginum her á Norðlýsinum er mangt og hvat verið skrivað um. Fleiri ferðir hava vit kunna brúkt innlegg í kjaktorginum sum greinar í blaðnum og samanumtikið eru vit nøgdir við skrivingina.
Men hvønn dag noyðast vit framvegis at rætta ella sletta innsløg sum ikki eru borðbar og tað er spell tí hetta eigur ikki at vera nakar trupuleiki.
 
Katastrofur ella skandalur.
Hesi lýsingarorð verða nógv brúkt, ella rættari sagt misbrúkt, av ávísum lesarum. Smá mál verða blást upp til skandalur sum átti at fingið fylgjur fyri tann ella tann persónin og baði bannorð og annað sum verri er verða nýtt at niðurgera ávísan persón.
Tað kann jú ikki vera ein katastrofa um bommini M&M eru útseld í einari ávísari kiosk!
Tað kann heldur ikki vera ein katastrofa at dómarin ikki sá eitt fríspark sum nakrir ávísir áskoðarar hildu seg síggja.
Danski presturin Møllehave segði einaferð í danskari útvarpsending, sum eg lurtaði eftir meðan eg búði í Danmark, at vit hava alt ov lætt lindi til at gera alt til katastrofur.
Hann greiddir frá at einaferð hann var við ferju tvørtur um Oyrasund, hoyrdi hann ein dana og ein sviða samtala. Teir tosaðu um fíggjarstøðuna í ávíkavist Danmark og Svørríki.
Svenskarin segði: Det er ikki så godt med den Svenske økonomi, men det er da ingen katastrofe!
Danin svarar: Økonomiskt I Danmark er det katastrofalt men ellers går det godt!
Vit sum hava lætt við at skriva og brúka okkum um ymisk viðurskifti eiga at duga okkum hógv og duga at meta um týdningin av tí sum vit skriva, men alt ov ofta vera smærri lutir gjørdir til stórar katastrofur sum átti at givið hesum og hasum sekkin.
Hetta kann sjálvandi vera áhugaverdur lesnaður men ikki hvønn dag og um øll viðurskifti.
 
Onkur má bestemma!
Demokratiska skipanin er grundað á fólkastýri men tað røkur ikki allan vegin, tí sum Karl Josephsen einaferð segði tá ósemja tók seg upp um okkurt sum stjórin hevði sagt: Onkur má bestemma! – og tað er so sátt so sátt.
Vit velja politikarar til býráð og til løgting, men tað tykist sum fleiri hava ilt við at skilja at vit harvið eisini velja teir til at taka avgerðir vegna okkum.
Hetta kemur ofta til sjóndar tá starvsetanir eru hjá tí almenna. Tí hóast fleiri umsóknir eru til størvini og vit hava mannagongdir so má onkur taka avgerð um hvør skal hava starvið og líkamikið hvørja avgerð viðkomandi politikari tekur so vera hesar avgerðir pr. automatik kolldømdar av fjølmiðlum ella fólki sum vita betur hví ein annar skuldi fingið starvið.
Boðskapurin er ikki at vit bert skulu nikka góðtakandi til tað sum politikarar koma við, – als ikki, men vit mugu respektera teir sum menniskju og eisini respektera tað at teir kunnu hava rætt í tí sum teir gera, hóast vit meina nakað annað. Tí eiga vit ikki at koma við krígs avbjóðingum og lova morð og brand oman yvir høvdi á viðkomandi persóni sum hevur tora at bjóða seg fram at stjørna landinum ella kommununi.
Tí er tað heldur ikki dámligt at draga persónlig viðurskifti inn í slíkar diskotiónir tí vit eiga at minnast til at tað munna vera fá av okkum sum sjálvi høvdu ynskt okkara egnu persónligu viðurskifti viðgjørd í fjølmiðlunum.
 
Eiga at duga at vera ósamd.
Ein setningur sum aftur og aftur er at hoyra í fjølmiðlunum og í politiskum orðaskiftum er at vit Føroyingar eru so ósamdir og at hetta forar fyri allari útvikling.
Sjálvur haldi eg hesa útsøgnina vera heilt burtur við tí vóru føroyingar samdir so var okkurt ruskandi galið við okkara samfelag og útlendskir samfelagsfrøðingar høvdu leita sær til Føroya at kannað hetta eindømi í heimssøguni.
Tað eru bara lond sum Kina, Kuba og fyrrverandi Sovjetsamveldi sum hava eina rødd, og hesi samfelag hava tey til felags at um nakar torir at vera ósamdir so vera tey fingin av vegnum beinan vegin.
Tað sum eg eftirlýsi er at vit duga alt ov illa at vera ósamd.
Hetta er kjaktorgi hjá Norðlýsinum eitt gott dømi um. Vit mugu tora at leggja navn til og vera ósamd uttan at koma við útspilling av teimum sum vit eru ósamd við.
Uppgávan hjá politikarunum er ikki at vera samdir men at finna bindilið millum ósemjurnar og harvið finna eitt grundstøði at virka á.
Vit vera ongantíð samd um hvussu miðbýurin skal síggja út. Býráði hevur skotið upp at gera ein framkomnan handils og mentunardepul í miðbýnum. Onnur mæla til grønt økið og aftur onnur til smáar handlar. Hetta eiga vit at duga at vera ósamd um.
Fyri eitt lítið samfelag sum her í Klaksvík hevur tað avgerandi týdning at vit duga at vera ósamd og álíkavæl kunnu semjast og virka saman í øðrum viðurskiftum.
Skal Klaksvíkin vera býurin sum fólk trívast í so mugu vit kunna møtast í Vágstúnið, og syngja tjóðini heiður lið um lið. Børnini hjá okkum mugu kunna spæla saman og vit mugu taka eina hond við tá á stendur hjá tí, sum vit annars eru ósamd við.
Tað er eingin framtíð í niðurgering og persónligum álopum. Tey bert syndra og forða fyri framrættaðum arbeiði.
 
So enn einaferð, latið okkum duga at vera ósamd og halda á við at diskotera líkt og ólíkt í kjaktorginum hjá á www.nordlysid.fo
 
 
John William Joensen.
 
Ps: alt ov long grein.