Vegna umleggingar av teknisku skipanini hjá Nordlysid.fo hava nógvir trupuleikar verið við heimasíðuni í seinastuni
Tað skuldi vera ein skjót umlegging tá teknisku veitarar okkarar fornýggjaðu teknisku skipanina sum er aftanfyri heimasíðuna hjá Norðlýsinum.
Men tað gekk ikki eftir vild og tí hava vit seinastu vikurnar havt skiftandi trupuleikar við heimasíðuni.
Kjaktorgið
Vit hava í næstan tvær vikur ikki kunna góðkent ella rætta tað sum lesarar hava skrivað í kjaktorgið, men hesin trupuleikin er nú endiliga loystur og í morgun góðkendi eg so yvir 100 inlegg.
Vit fara at biðja trúgvu lesarum okkara um fyrigeving fyri at tað sum tit hava skrivað ikki er komið út á netið í seinastuni. Men nú skuldi alt verið í lagið aftur og tí fara vit at bjóða øllum vælkomnan á kjaktrogið.
Norðlýsið




