Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kjallararockurin skal seta lív í tjaldið

SF

Grandma’s Basement er til reiðar at spæla á ársins Summar Festivali.

Grandma’s Basement er til reiðar at spæla á ársins Summar Festivali.

Teir syngja um at renna nakin, um at lúra og um ongantíð at fáa nokk. Teir megna við sínum festligu framførslum at fáa lív í áhoyrarafjøldina, og nú eru teir farnir at fyrireika seg til at fáa futt í stóra tjaldið á Summar Festivalinum í august.

Grandma’s Basement byrjaði sum ein kjallarabólkur, har vinmenn hugnaðu sær við at spæla tónleik. Men ambitiónirnar vuksu, teir fóru at spæla inn og geva út, vunnu Planet Awards, hittaðu við fleiri sangum og hava havt framúr góðar framførslur á Summar Festivalinum.

Og væl umtókti rockbólkurin úr Klaksvík er til reiðar at taka enn eitt tørn á Summar Festivalinum, og teir verða millum bólkarnar, sum spæla í stóra tjaldinum á ársins festivali.