Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kjell Inge Røkke til Klaksvíkar

Oliver Joensen

Í samband við umbýtið av Nærabergi og Atlantic Navigator, kemur reiðarin og millióningurin Røkke á vitjan í Klaksvík.

Hanus Hansen, stjóri á JFK´-Trol, váttar fyri Norðlýsinum, at Kjell Inge Røkke kemur til Klaksvíkar fyrst í desember mánaða í sambandi við at hann slær annað skip undir í surimiframleiðsluni. Nú Atlantic Navigator kemur til Klaksvíkar fyrst í desember mánaða, verður roknað við, at umleið 100 arbeiðispláss verða umborð á nýggja skipinum.
Norðuri í Ánunum verður helst eisini farið undir at byggja nýtt frystihús, og tað er helst í hesum sambandinum at Røkke kemur til Klaksvíkar. Higartil hevur Røkke ikki vunnið pening ísamband við Næraberg, afturímóti hevur hann helst goldið einar 200 milliónir í halli til virksemið, so sigast má, at føroyska samfelagið hevur fingið bæði í posa og sekk higartil.
Tað er at vónaat økonomiur kemur í hetta tiltakið, tí tað hevur sera stóran týdning fyri samfelagið at varveita arbeiðispláss í fiskivinnuni.