Tað hevur ligið á ljóði, at nú Kjell Inge Røkke sjálvur kom við egnum flogfari til Føroya, skuldi hetta vera endin á Nærabergátakinum, men so er ikki.
Kjell Inge Røkke sigur í samrøðu við Norðlýsið, at hann er sera væl nøgdur við samarbeiðið við JFK-trol, og at hann hevur fult álit á Hanus Hansen stjóra.
Tað hevur ikki gingið eftir vild við Nærabergi, men eg trúgvi framvegis á, at tað fer at bera til at fáa raksturin á Nærabergi at bera seg.
Vit hava trupulleikar, við tað at tað hevur ikki gingið so væl hjá skipinum at fingið í trolið, samanborið við onnur skip á svartkjaftaveiðu og harafturat megna vit ikki at fáa framleiðsluorkuna á fabrikkini longur upp enn á umleið 50-60% av tí, sum hon á pappírinum skuldi klára.
Vit fara framyvir at effektiviserað skipið nakað, soleiðis at vit fáa tað optimala burturúr fiskiorkuni og framleiðsluorkuni.
Ikki í Kollafirði
Uppá fyrispurning okkara um nakað er í leysatíðindunum um, at Kjell Inge Røkke skal hava keypt seg inn í Kloosterboer í Kollafirði, sigur hann, at tað er einki um tosið.
Næraberg verður framhaldandi í JFK regi og tað verður framhaldandi í Klaksvík at heimstaðurin hjá Nærabergi verður.
Fiskur um 3-5%
av umsetninginum
Kjell Inge Røkke situr ógvuliga avslappaður og tosar við okkum og sigur eitt sindur frá lívssøgu síni.
Flestu munnu vita, at hetta er ein av stóru kanónunum í Noregi og at virksemi hansara spennir frá fiski til t.d. Carlsberg og Berlingske Hus í Keypmannahavn.
Kjell Inge Røkke sigur, at hann byrjaði á berum, sum dekkari við einum trolara í Barentshavinum.
Reiðaravirksemið byrjaði har, síðani í Kanada, har hann var við í fiskiævintýrinum í Alaska Polloc fiskarínum og síðani gekk tað slag í slag.
Tá vit spyrja um umsetningin hjá feløgum hansara og hvussu stórur partur av umsetninginum hevur við fisk at gera ídag, sigur Kell Inge Røkke at fiskurin umboðar umleið 3-5% av konsernumsetninginum.
Trýr uppá
eina framtíð
fyri Næraberg
Næraberg framleiðir í løtuni fyri størsta partin úrdráttir úr svartkjafti til matna. Higartil hevur tað fyrst og fremst verið surimi og síðani mjøl sum hjáúrdráttur.
Framyvir er ætlanin at Næraberg eisini skal framleiða fars úr svartkjafti.
Prísurin á farsinum er um tað sama sum fyri surimi, men vit fáa meira burturúr fiskinum við farsframleiðsluni.
Higartil hevur Nærabergprojektið kosta okkum nógvar pengar og, sigur Kejell Inge Røkke við einum smíli, "tað hevði verið bíligari at bundið hann til kaj".
Men sigur hann víðari, vit trúgva framvegis uppá at hetta kann vera ein lønandi vinna og sum sagt hava vit fult álit á okkara samstarvspartnara í Føroyum.
Kvotaskipan
Sum støðan er í løtuni, so er eingin kvota ásett á svartkjaft. Tað hevur við sær at øll skip á svartkjaftaveiðu fiska frítt.
Men menn innan vinnuna vænta at fyrr ella seinni verður ein kvota ásett á svartkjaft og um hendan ikki verður nóg stór, so kann hon koma at forkoma Nærabergverkætlanini.
Men tað liggur helst fast, at tað verður ongin semja um kvotaskipan av svartkjafti í komandi ári.
Um londini semjast, so kann hendan kvotan fyrst koma í gildi í 2005 og hetta gevur monnunum aftanfyri Næraberg nakað at hugsa um.
Prátaðu óført
Kjell Inge Røkke fekk annars eitt sera hugnaligt prát í kantinuni á Kósini. Tá vit tosaðu við hann áðrenn døgurðan á kantinuni, var hann eitt sindur muttur og reserveraður. Men við borðhaldi sat hann við síðuna av Kristian Martin Rasmussen, og tað var skjótt at teir báðir trolmennir ella nótamenninir fóru at tosað um trol, lemmar "tov"-megi og annað fakligt.
Kristian Martin Rasmussen greiddi eitt sindur frá Christian í Grótinum og Norðborg og saman prátaðu teir dúgliga um Næraberg og kanska serliga hví tað ikki riggaði so væl við trolingini hjá skipinum.
við borðið á kantinuni á Kósini sótu umframt Kejll Inge Røkke og Hanus Hansen, Kristian Martin Rasmussen, Eyðfinn Reyðberg sparikassastjóri, Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri, Egil Johansen frá Kósini og síðani ein normaður, sum var í fylginum við Røkke.




