Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kjølur Open 2014

Tummas Martin Sólsker

Talvárið er í hæddini og hettar vikuskiftið skipar Klaksvíkar Talvfelag fyri árligu vikuskiftiskappingini Kjølur Open.

Kappingin er partur av Grand Prixnum hjá Talvsambandi Føroya og liður í venjingunum til Norðurlandameistaraheitið í talvi fyri ungdóm, sum verður í Danmark í februar mánað. Av tí sama vera flest allir unglingarnir – umframt aðrar telvarar -, ið skulu luttaka í NM við í kappingini.

Fyri Klaksvíkar Talvfelag er tað gleðiligt, at tveir av ungu NM-telvarunum eru Janus Skaale og Bjarki Berholdsen. Teir vunnu sær rættindi at luttaka fyri stuttari tið síðani, og hava vant miðvíst í Skákinum, umframt at hava luttikið í venjingum, sum TSF hevur skipað fyri. Triðja umboðið hjá Klakvíkar Talvfelag er Karl Marius Dahl, ið er nýggjur í felagnum. Fyri teir og restina av NM-hópinum er Kjølur Open seinasta kappingin áðrenn NM.

Væntandi vera eisini aðrar góðar kreftir úr KTF við í kappingin, onkrir av unglingunum frá barnatelvingini og ikki at gloyma Vagn Heldarskarð. Ídni og trúfasti búðamaðurin er altíð til dystin fús, og er framvegis ein av hollastu stuðlunum hjá Klaksvíkar Talvfelag. Av øðrum høgri rataðum telvarum, ið leita sær aftur ár undan ári, kunnu t.d. nevnast IM John Rødgaard, Høgni Egilstoft Nielsen og Herluf Hansen. Í skrivandi løtu hava tilsamans 20 luttakarar teknað seg til kappingina og fyrireikararnir vænta at endaliga talið av luttakarum fer at liggja um 30.

Kappingin verður telvað í Snjalla Bjalla, sum dagligani hýsir skapandi og mennandi virksemi eftir skúlatíð. Meiri upplagt stað kundi valla verði valt, fyri kappingarsinnaðar og skapandi telvarar í øllum aldri.

Kappingin byrjar fríggjadagin 31. januar, kl. 18.00, tá eitt umfar verður telvað. Leygar- og sunnudagin verður byrjað kl. 10.00 og 15.00. Umhugsunartíðin til alt talvið verður 1 ½ tími + 30 sekund fyri hvønn leik.

Tilmeldingarfreistin til kappingina er hóskvøldið 30. januar og kann fylgast á www.faroechess.com

Øll eru vælkomin at tekna seg til kappingina, eins væl og øll eru vælkomin framvið at hyggja.

Við talvkvøðu,

Klaksvíkar Talvfelag