Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kjølur Open 2015

Klaksvíkar Talvfelag

Um vikuskifti verður árliga vikuskiftiskappingin Kjølur Open í Klaksvík.

Kappingin er partur av Grand Prixnum hjá Talvsambandi Føroya og liður í venjingunum til Norðurlandameistaraheitið í talvi fyri ungdóm, sum verður hesaferð verður í Klaksvík í februar mánað. Av tí sama vera flest allir unglingarnir – umframt aðrar telvarar -, ið skulu luttaka í NM við í kappingini.

Fyri Klaksvíkar Talvfelag er tað gleðiligt, at tveir av ungu NM-telvarunum, Janus Skaale og Bjarki Berholdsen, umboða Føroyar. Teir hava luttikið í venjingum, sum Talvsamband Føroya hevur skipað fyri. og fyri teir og restina av NM-hópinum er Kjølur Open seinasta venjingarkappingin áðrenn NM.

 Kappingin verður telvað í “Snjallabjalla”, sum dagligani hýsir skapandi og mennandi virksemi eftir skúlatíð. Meiri upplagt stað kundi valla verði valt, fyri kappingarsinnaðar og skapandi telvarar í øllum aldri.

 Kappingin byrjar fríggjadagin 30. januar, kl. 18.00, tá eitt umfar verður telvað. Leygar- og sunnudagin verður byrjað kl. 10.00 og 15.00. Umhugsunartíðin til alt talvið verður 1 ½ tími + 30 sekund fyri hvønn leik.
>
> Tilmeldingarfreistin til kappingina er hóskvøldið 29. januar og fylgast kann við kappingini á www.faroechess.com

Øll eru vælkomin at tekna seg til kappingina, eins væl og øll eru vælkomin framvið at hyggja.

 Við talvkvøðu,

Klaksvíkar Talvfelag