Nógv hugnaligt prát var í egningarskúrinum hjá Bjørgvin ímorgun nú mysingin er hørð og menn rigga til at fara til útiróðrar aftur.
Magnus kom sum so ofta fyrr við eini góðari. – Tað var hungursár, onki var at fáa norðanfyri ella sunnanfyri hjá útróðrarbátunum á Klaksvík og tí avgjørdi ein av útróðrarbátunum at fara vesturum sum tað eitur her, tá fari verður í Vágahavi – Deyðseyðahavi, sum teir eisini plaga at siga um Vágahavið – Men hendan morgunin teir drógu línuna var sama skilið onki var á. – Men nú bláðnar niðri í dýpinum og tá tað kemur á borði er tað ein kúgv, ið línan hevur krøkt í. Lukkutí var tað so stutt síðani at hon var omandottin, at hon mjólkaði enn tá hon kom á dekkið. – Teir skóru hana sundur, býttu kjøtið millum sín og høvdu bjargað sær túrinum. – Um mjólkin var góð ella súr segði søgan einki um.




