Harley
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kjøtið verður ræst um einar 14 dagar

John William Joensen

Hetta sigur Álvur Klakk, stjóri á Netto, sum longu hevur havt kjøt hangandi í útivið 14 dagar. Vit hava fingið umleið 200 krov upp í hjallin, og vit rokna við, sjálvandi alt eftir veðrinum, at fyrstu ræstu bitarnir kunnu koma í handilin um einar 14 dagar.

Tá vit tosa um skurðin, er Álvur Klakk ógvuliga varin. Sjálvandi fáa vit kjøt frá nógvum ymiskum monnum, og tað er ymiskt sum hagapartarnir eru fyri. Men eg haldi at menn tosa um at árið í ár er betri enn í fjørð, sum var omanfyri miðal.
Vit fingu eitt nú 50 krov frá einum bónda og miðalvektin var 32 pund uttan fótamørð, so tað kann sigast at vera gott.
Tað er sjálvandi ilt hjá okkum at meta um, um ein sending sum kemur frá einum bónda, umboðar miðaltalið í haganum annars, tí kunnu vit ikki siga nakað neyvt um miðalvektina, men sum sagt, so halda vit, at menn eru væl nøgdir við seyðin í ár, sigur Álvur Klakk, stjóri á Netto, at enda.