Kl. 12:35: Nú eru 7 bátar hjá grindini, sum hevur sett kós móti landi
Kl. 12:35: Frá bátinum Silva verður sagt at grindin nú hevur sett kós móti Djúpunum. Talan er um eina stóra grind uml. 500 hval. 7 bátar eru nú hjá grindini, men enn hevur ikki eydnast at fáa grindina at ganga rættan veg og er hon tí fram vegis einar 7 fjóðringar úr landi.




