Hóast leiðslan ikki er so stór, og skjótt er hvønn vegin innan telving, so kann ikki sigast annað enn, at Klaksvíkar Talvfelag (KTF) hevur góðar dagar løtuni, tí í løtuni er felagið oddalið í ikki færri enn øllum teimum trimum sterkastu kappingunum í landinum.
Tað skal krevur hegni, men so sanniliga eisini hepni, at vinna eitt føroyameistaraheiti, og fyrr enn seinasti leikur er fluttur, skal ein ikki kanna sær nakað fyri vist.
Kortini fær tað ikki verið annað enn sera hugaligt at síggja, hvussu væl KTF klárar seg í fremstu røð innan føroyska telving.
Hetta ger seg galdandi á fleiri mótum, tí ikki bara er felagið fremst í ovastu deildini, men so sanniliga er tað oddalið í bæði 2. deild og í unglingadeildini, har ungu talentini dystast á teimum 64 puntunum.




