Við sigri á fjórða borði syrgdi Rani Nolsøe fyri, at Klaksvík 1 vann bronsuna við ½ stigi meira enn Vestmanna, samstundis sum Klaksvík 2 vann 3-1 á Sandavági 2, sum flytur niður úr bestu deildini, meðan Klaksvík 2 varðveitir sætið í 1. deild.
Við sigri á fjórða borði syrgdi Rani Nolsøe fyri, at Klaksvík 1 vann bronsuna við ½ stigi meira enn Vestmanna, samstundis sum Klaksvík 2 vann 3-1 á Sandavági 2, sum flytur niður úr bestu deildini, meðan Klaksvík 2 varðveitir sætið í 1. deild.
Sandavágur 1
føroyameistari
Stóru yvirskriftina fyri talvkappingina veturin 2012/13 eigur Sandavágs Talvfelag, sum eftir ein sannan gysara í seinasta umfari vann FM-heitið í telving fyri lið í 1. deild.
Liðið møtti sínum harðasta kappingarneytað um FM, nevniliga Havnar Telvingarfelag, sum til hetta seinasta umfarið hevði styrkt seg ikki sørt.
Men hóast hetta so eydnaðist tað Carl Eli Nolsøe Samuelsen saman Torkili Nielsen og synum á besta Sandavágsliðnum at halda havnarmonnum ½ stig aftan fyri seg samanlagt.
Men hetta var sanniliga ikki uttan dyst heilt til málstrikuna í einum talvdysti, sum Havnin 1 vann 2½-1½ á Sandavági 1, men júst hetta úrslitið var tað, sum kravdist, fyri at Sandavágur skuldi vinna FM fyri aðru ferð í søgu felagsins.
Sera flott av Sandavágs Talvfelag, har Torkil Nielsen á 4. borði vann tað avgerandi stigið við sigri á Hans Kr. Simonsen eftir sera drúgva og spennandi telving millum tveir kønar telvarar.
Tillukku Sandavágur!
Klaksvík 1 bronsu
Hetta hevur ikki verið tann mest lívligi talvveturin, tí tað vísir seg í løtuni at tað hjá fleiri feløgum vísir seg at vera heldur langt millum ungu telvararnar, men trúfasta gardan hjá Klaksvíkar Talvfelag hevur tó væl og virðiliga vart skansan.
Klaksvíkar Talvfelag vann nevniliga bronsu í 1. deild, og eins og hjá sandavágsmonnum var tað eisini á 4. borði, at tað avgerandi stigið varð vunnið.
Ólavur Simonsen, Finnbjørn Vang og Terji Petersen taptu nevniliga allir síni talv, og hevði Rani Nolsøe á 4. borði eisini tapt sítt talv, so hevði bronsan enda í Vestmanna.
Men tað hevði Rani Nolsøe ongan hug til, tí hann vann sítt talv ímóti Jákup á R. Andreasen, og harvið endaði Klaksvík 1 framman fyri Vestmanna við ½ stigi fleiri.
Eitt annað, sum teir Klaksvíkar Talvfelag munnu vera fegnir um, er, at felagið enn einaferð megnaði at varðveita bæði síni lið í bestu deildini. Klaksvík 2 endaði nevniliga næstniðast við 11½ stigum, meðan Sandavágur 2 endaði á aftasta plássinum, sum gevur niðurflyting, við 6 stigum.
Endaliga støðan, 1. deild:
Sandavágur 1 27,0 stig
Havnin 1 26,5 stig
Klaksvík 1 24,5 stig
Vestmanna 24,0 stig
Klaksvík 2 11,5 stig
Sandavágur 2 6,0 stig




