Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

”Klædnabúðin ”Magasin” (Magaseng) á Biskupsstøð.

Kala

Minna á Hædd og Rannvá Hansen: Tá ið korsettini vóru móti! Tað var eitt stórt frambrot, tá ið J. F. Kjølbro læt Klædnabúðina upp á Biskupstøð í Klaksvík. Á samkomu í Smæruni søgdu Rannvá Hansen og Minna á Hædd frá ymiskum stuttligum frá tí handilstíðini

Minna á Hædd og Rannvá Hansen:

Tá ið korsettini vóru móti!

Tað var eitt stórt frambrot, tá ið J. F. Kjølbro læt Klædnabúðina upp á Biskupstøð í Klaksvík. Á samkomu í Smæruni søgdu Rannvá Hansen og Minna á Hædd frá ymiskum stuttligum frá tí handilstíðini

Á Biskopstøð stendur Klaksvíkar Bóksavn.

Men tað húsið hevur ikki altið rúmað bókasavninum.

Í stórheitstíðini hjá J. F. Kjølbro varð húsið bygt til klædnabúð, og tað er ein mentanarsøga fyri seg.

Leygardagin 22. november skipaði Áhugabólkurin fyri eldri í Norðoyggjum fyri at fáa sagt søguna, og tað vóru tær báðar Rannvá Hansen og Minna á Hædd, sum mintust aftur á ta tíðina.

Rannvá var millum tey fyrstu starvsfólkini í Klædnabúðini. Frammanundan arbeiddi hon í toystovuni hjá Kjølbro, sum var á loftinum á gomlu kolonialkrambúðini, har ferðaskrivstovan er nú.

Tað var stórarbeiði at flyta vørurnar av toystovuni yvir í Klædnabúðina. Alt fólkið á kontórinum hjá Kjølbro hjálpti til. Tey arbeiddu frá morgni til myrkurs, og náttina fyri 16. desember 1955, tá ið handilin læt upp, vóru tey ikki liðug fyrr enn klokkan trý um náttina.

– Tá var ikki lætt at vera frísk klokkan níggju um morgunin at lata upp.

Rannvá mintist, at hon og Líggjas ein dag í ódnarveðri fóru við eini balju við ullintum undirklæðum yvir í Klædnabúðina.

Klæðini søkka kortini:

Nú kemur ein hvirla og tekur tey ovastu klæðini í baljuni við sær.

Rannvá ætlaði sær at fara eftir klæðunum.

Tá segði Líggjas:

Tvætl, hatta søkkur kortini.

Ellivu fólk arbeiddu í Klædnabúðini, og leiðarin Knudsen kravdi, at øll skuldu vera líka og væl ílatin, og kvinnurnar skuldu vera í høghælaðum skóm.

Rannvá nevndi fleiri konur, sum arbeiddu fyri Klædnabúðina m.a. við at leggja buksur upp. Mannfólkabuksurnar komu óupplagdar, tí tær høvdu somu longd, men menninir, sum skuldu hava buskurnar vóru ymiskir á stødd. Ikki sum nú at til ber at velja sídd á buksum.

Hvør ekspetrisa hevði sítt fasta stað at standa. Ein skuldi standa við brósthaldararnar, ein við klæðini á aksatrøum o.s.v.

Skil í:

Ingibjørg Mørkøre og Astrid Kýrheyg vildu ikki síggja dust, og tað noyddust vit alla tíðina at hugsa um.

Knudsen kravdi, at klæðini á akslatrøunum altíð skuldu venda sama veg og líka langt skuldi vera millum pløggini.

Ein morgun fór ein heldur hyldlig kona upp í ein stiga fyri at rætta upp á okkurt, og tá ið hon hevjaði armarnar, kom ullinta undirklokkan undan.

Knudsen helt tað vera løgið, at hendan konan var í ullintari undirklokku og hálaði undirklokkuna niður. Konan bleiv í øðini, fór til hús, men eftir døgurða kom hon aftur.

Einaferð hevði Knudsen fest kantin á einum skjúrti upp í hondina á eini dukku í vindeyganum.

– Ta helt onkur, at henni nýttist ikki at standa har og vísa lør.

Minna var bara 14 ára gomul, tá ið hon byrjaði í Klædnabúðini.

Eg var so bangin, svav ikki náttina frammanundan, segði hon.

Har gekk Rannvá sum ein høvdingur.

Hon hevði ongantið upplivað, at vaksnar konur klandraðust, segði Minna, sum ikki kom nærri inn á, hvat tær klandraðust um.

Báðar nevndu tó, at samanhaldið millum ekspetrisurnar var gott.

Stórt vøruútboð:

Tað var eitt veruligt frambrot at fáa slíkan klædnahandil tá ið Klaksvík og helst Føroyum við, tí vøruútboðið var so stórt eftir tátíðini.

Minna og Rannvá minnast aftur á, tá ið handilsreisandi, sum tað æt tá, komu við stóru kuffertunum við klæðum, og kuffertini stóðu í túninum.

So fóru vit út og mettu um, hvør kona passaði hvat.

Tær nevndu munkafrakkarnar, og fleiri kvinnur millum áhoyrarnar vistu væl, hvat tær tosaðu um.

Fleiri gingu í munkafrakkum, men annars keypti handilin ikki fleiri enn tríggjar av hvørjum frakka, tí konurnar vildu ikki koma í ta støðu at møta einari konu í sama slag frakka.

Einaferð høvdu tey tveir frakkar av sama slag. Tá kom ein kona og keypti báðar, tí so var hon vís í, at bara hon hevði slíkan frakka.

Plus Four buksurnar vórðu eisini nevndar. Tær vóru nokkso kostnaðarmiklar, og tað kom meira enn so fyri, at fólk rindaðu í smáum fyri klæðir.

Í uniformi:

Ekspetrisurnar gingu í uniformi, myrkabláum jakka og gráum skjúrti.

Eingin slapp til hús, fyrr en kassin stemmaði. Eina ferð var klokkan 10, áðrenn tær kundu sløkkja og læsa.

Í handlinum var ein stór kassabók, har skrivað var í, hvat selt varð hvønn dag. Tey, sum arbeiddu hjá Kjølbro høvdu hvør sítt nummar í bókini.

Minna mintist eina ferð, at sjálvur Kjølbro kom inn og skuldi hava lissur. Onkur setti lissurnar í fyri hann.

Hann gjørdi ikki tekin um at gjalda, so keypið kom í protokollina. Hvussu tað endaði. Visti eg ikki, tí vit hoyrdu einki aftur.

Kostaði nógv:

Rannvá mintist aftur, at tá ið hon giftist, keypti hon ein frakka, sum kostaði 560 krónur. Tað var nógv fyri eina kvinnur við 500 krónum í mánaðarløn.

Klædningar skiftu menn ikki út ofta. Teir vórðu vendir, sum teir slitust, og síðan varð seymað burturúr.

Í klædnabúðini fekst fjøður til dýnur. Konurnar keyptu fýra metrar av toy til dýnuvori. Tá vóru vorini bara 1,80 m, nú eru tey 2,20 m. Handilin seldi eisini millumverk, og fleiri broderaðu nøvn uppí.

Seinni komu kanaldýnurnar, og tað komu eisini litað seingjarklæði, í fyrstani hvít við ljósareyðum strípum.

Klædningsbuksur at vaska:

So komu klædningsbuksur, sum kundu vaskast. Tað vóru fleiri konur ivasamar við, tí vanligt var bara at heingja buksur út at lufta.

Útsøla var føstulávintmánadag, og Knudsen bað tær skjóta, hvussu nógv handilin fór at selja fyri. 33.000 krónur gitti Rannvá, men tá ið dagurin var av, vísti sølan 37.000 kónur. Afturfyri fekk hon ein flottan Asani-náttkjóla, tí hennara skot var næst við.

Tað var ein stórhending, tá ið nylonsokkarnir við ongum seymi komu, tí so sluppu konurnar frá, at fólk gingu og søgdu, at seymurin var skeivur.

Rannvá og Minna mintust á tað heilt stóra, tá ið tær fingu roll-on og kosett at selja.

Klæði kom á boltum, og konur komu og bóðu um at fáa eitt petti burturav, tí áðrenn tær keyptu meira, vildu tær vita, um tað toldi vask, ella tær løgdu tað í vindeygað fyri at vita, um tað litfórst av ljósi.

Fólk keyptu klæðir, sum vóru heldur stór, so tey kundu vaksa uppí tey. Har fingu korsettini sín týdning.

Eingin skifti klæðir út ofta. Frakkar og klæði annars skuldu halda.

Í mun til lønina kostaðu klæðir nógv, nógv meira enn nú.

Eini skógvar kostaðu 75 krónur. Tá ið Rannvá byrjaði í Klædnabúðini, var mánaðarlønin 152 krónur, og í 1960 var lønin komin upp á 500 krónur.

Dreingir fingu ikki skjúrtu, fyrr enn teir vórðu konfirmeraðir.

Men so fekk Klædnabúðin ternutar dreingjaskjútur at selja.

Tað árið vóru allir dreingirnir í sama slag skjúrtu til jólatræshaldið.

Rannvá mintist eina hending frá árunum við læknastríðnum.

Koyrdi við donskum politistum:

Donsku politistarnir vóru javnan í Klædnabúðini og keyptu, og teir komu í salatfati.

Ein dag var vemmiligt veður, og teir bjóðaðu sær til at koyra meg heim. Eg skuldi sita framman. Aftaná var eg so bangin fyri, um nakar hevði sær, at eg hevði koyrt við donskum politistum.

Tey, sum minnast Klædnabúðina, minnst eisini flottu svinghurðina, sum var nakað ókent í Føroyum.

Ein kona fortaldi, at hon ein dag var farin í Klædnakonuna við eini tilkomnari konu. Tað var ein uppliving at fara gjøgnum svinghurðina. Innan fyri stóð ein ílatin modelldukka.

Konan heilsaði upp á dukkuna, og hon helt tað vera ófólkaligt, at hendan ikki heilsaði ikki aftur. Konuni dámdi væl at síggja alt í Klædnabúðini.

Hevði tað ikki bara verið handan óblíða innan fyri dyrnar.

Tiltakið endaði við mótaframsýning. Fyrst komu kvinnur inn i klæðum frá tátíðini, og í hølunum á teimum komu aðrar í tí nýggjasta nýggja frá Kósabúðini.