Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klæmint er álitismaður

Jákup Ósá

NSÍ liðskiparin og toppskjúttin hevur seinastu árini verið sannur álitismaður hjá NSÍ. Hann missir næstan ongan landskappingardyst og skorar altíð eina rúgvu av málum.

Fótbóltsáhugaðu føroyingarnir taka tað helst næstan sum givið, at NSÍ liðskiparin Klæmint A. Olsen skorar yvir 20 mál og gerst toppskjútti í bestu deildini. Tí soleiðis hevur tað verið seinastu árini. Men tølini vísa, at talan er um óvanliga støðug avrik og um ein leikara, sum missir óvanliga fáar dystir. Klæmint hevur í 7 ár bara mist 5 dystir og seinastu trý árini hevur hann á hvørjum ári spælt allar 27 dystirnar. Umframt at hann missir nærum ongar dystir, so hevur hann seinastu fýra árini skorað millum 21 og 23 mál á hvørjum ári. Ein kann róliga staðfesta, at hetta er ein álitismaður hjá NSÍ, sum avrikar útyvir tað vanliga í føroysku kappingini. Serliga tá vit tosa um støðug avrik yvir fleiri ár.

Klæmint A. Olsen:

2016: 27 dystir – 23 mál

2015: 27 dystir – 21 mál

2014: 27 dystir – 22 mál

2013: 26 dystir – 21 mál

2012: 27 dystir – 14 mál

2011: 25 dystir – 18 mál

2010: 25 dystir – 11 mál

2010 var fyrsta árið, at hann fekk fæst pláss á liðnum hjá NSÍ. Sostatt hevur hann bara mist 5 dystir av 189 landskappingardystum seinastu 7 árini. Hesar 184 dystirnar hevur hann skorað 130 mál. Síðani 2012 hevur hann eisini lagt upp til 30 mál.