Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Klæmint og QR-lyklarnir

Tekstur og myndir: Dávur Winther

Mikudagin undan Føroya Sjómanndegi var nógv rokan og fyrireiking, tí júst henda dagin kom faldarin og pláturnar við QR-lyklunum á um læknastríðið.

Bráðliga ringir telefonin við einum longum fremmandum telefonnummari. Eg taki, og hoyri beinavegin, at talan er um ein franskmann, sum tosar á enskum.

Tað vísir seg, at hann er í Føroyum vegna eitt ferðalegat – Zellidja stipendium, hann hevur fingið, og skal ferðast runt um í Føroyum í ein mánaða.

Hann hevði fingið telefonnummar mítt frá miðstovubóndanum á Sandi, har hann hevur verið í nakrar dagar. Hann hevði ferðast eftir fjøllunum. Gingið frá Skarvanesi til Dals, víðari til Húsavíkar, Skálavíkar og ligið í telti á fjøllunum.

Eisini hevði hann arbeitt saman við fókunum í “Veltuni”, men kona miðstovubóndan helt, at hann mundi vera ov kaldur at liggja úti, so tey buðu honum song inni ístaðin.

Talan er um 19 ára gamla Clément Delacoux úr Fraklandi, sum hevur fingið ferðastuðulin, tí hann er initativríkur, virkisfúsur og lærulystin, sum vóru treytir fyri at fáa henda stuðulin.

Clément hevur lisið bókmentir og fer nú undir kandidatlestur í burðadygd. Hansara eygleiðigar eftir ferðini eru serliga tær søguligu, og hvussu vit føroyingar taka atlit at søgu og siðum okkara. Hann hevur ognað sær stóra vitan um Føroyar uppá hesa stuttu tíð.

Hann hevur, sum sagt, arbeitt í “Veltuni”, hjá bóndanum í Miðstovuni í Trøðum á Sandi, verið við til áseyðaroyting á Skála, hevur vitjað Honnu Jensen, franska konsulin og annars verið víða um.

Á Sandi var Clemént, sum útalast rættiliga annarleiðis á fronskum, enn okkara Klæmint, væl móttikin sum ein fittur og vinsælur ungur maður, ið ikki var bangin fyri at taka fatt. Her beiv hann ikki kallaður annað enn Klæmint við sandoya dialekt – málføri afturat.

Á Sandi er Klæmint eitt rættiliga vanligt navn: Klæmint á Granda, Klæmint hjá Frits, Klæmint hjá Demmusi, Klæmint hjá Niels og Klæmint á Fjallinum fyri ikki at tala um Klæmint á Skeljalagnum. Eisini harra Klæmint.

QR-lyklar

Eg var rættiliga upptinkin henda dagin, Clemént kom á vitjan, so eg gav honum samlaða QR-lykla yvirlitið um læknastríðið, samstundis sum eg kunnaði hann um, hvat læknastríðið var.

Hann setti seg so inn í býráðshøllina at fáa allar frásagnirnar á enskum umvegis sína snildfon. Hann var sostatt tann fyrsti, sum rættiliga fekk høvið at kunna seg um tær 13 søgurnar, har verða frásagdar.

Tá ið eg kom aftur nakað seinni, hevði hann skrivað eina “avhandling” um læknastríðið, hann skuldi brúka til frásøgn sína um ferðina runt um í Føroyum.

Clément helt, at tey ymsu søgubrotini vóru væl søgd, samstundis sum myndir og leikirnir vóru góðir og sigandi afturvið. Helt hetta vera eina rámandi søgu, sum eisini greiddi frá, hvussu sárbært fólkaræðið er, um tær skeivu umstøðurnar loyva tí.

Katlarnir

Men nú vildi Clemént vita, hvussu man gekk norður á Katlarnar. Hann hevði lisið um hetta tingstaðið í Norðoyggum, sum var brúkt til týðandi avgerðir í gomlum døgum – partur at táverandi fólkaræði.

Jú, eg fann kort fram í teldini, sum greiddi frá leiðini, men legði hinum dýran við, at hann mátti ringja til mín, tá ið hann var komin oman á slætt aftur. Hann so gjørdi og ferðin eydnalist væl. Clément takkaði fyri ein læruríkan dag í Klaksvík.

Eitt av endamálinum í stuðlinum, hann hevur fingið er, at henda ferðin fysiskt, moralskt ella siðaliga og intellektuelt skal menna persónsmenskuna hjá hinum ferðandi.

Clemént, tó at hann bert var 19 ár, virkaði ógvuliga gløggur, búgvin og væl lisin, eins og hann hevði fingið hópin at vit um hetta lítla oyggjasamfelag, hann var so hugtikin av. Hann dugdi at sita undir og taka til sín vitan, eins og hann setti nógvar viðkomandi spurningar.

Eingin ivi um, at Clément Delacoux hevur fingið nógv við í Føroyum, eins og tey fólk, hann hevur verið saman við, hava lært nógv av honum.