Broytingar av menningini í Suðuroy og Klaksvík til eftir Heimastýrislógina, tá almenni raksturin og danski ríkisstuðulin taka dik á seg og “klondike” flytir til Havnar
5. partur
Í upplýsandi bókini frá hondum Heina Madsens “Færøernes hvornår skete det”, sæst m.a. í 1946: “Firmaet J. F. Kjølbro i Klaksvik omdannes til et aktieselskab. Firmaet, landets største, ejer 20 gode fiskeskibe, fisketørrerier, lagerbygninger, isværk, fryse-rier, forretninger, beddinger, havneanlæg, spinderi samt snedker- og tømrerværksted. En hermetikfabrik, som fremstiller fiskeboller på dåse, tages i brug dette år”.
Kenda søgan um gullið fram við Klondikeánni hagar fólk fluttu úr øllum heraðshornum gongur aftur. Bøkur eru skrivaðar av eitt nú Jack London, filmir framleiddir av Charles Chaplin og hópur av øðrum skrivligum og upplýsandi tilfari um hesa tíðina, sum skapti orðatakið, “eitt veruligt Klondike”.
Føroyar hava eisini havt síni “Klondike”-øki, og samfelagið broyttist frá einum privatum til alment Klondike
Suðuroyggin eitt satt Dawson
Í fyrra helmingi av tjúgundu øld og nakað út í seinna helming, lá føroyska “klondike” í Suðuroy. Bæði í Vági og á Tvøroyri reistust føroyskir vinnulívsrisar, hagartil føroyingar komu í hópatali. Hetta gjørdist føroyska Dawson, sum var navnið á gullbýðinum í Klondikeævintýrinum!
Í forvitnisligi bókini hjá Axel Mortensen “Úr farnum tíðum II” greiðir hann frá á síðu 145: “Bæði Vágur og Tvøroyri vóru av fremstu vinnulívsplássum í Føroyum um hetta mundið. Í 1929 vóru 22 sluppir í Vági og 39 á Tvøroyri. Fólk komu úr øllum landinum suður at manna tær. So komu fiskagenturnar, tá suðurlandstúrarnir vóru av, at virka allan fiskin, sum kom uppá land. Gamli “Smiril” kom suður við teimum; “við pakk og sekk”, sum tikið verður til. Hjá okkum óvitum var tað stuttligt at síggja gamla “Smiril” fullfermdan við konufólki, ið hevði “pakk og sekk” við sær”.
Víðari sigur Axel: “Í Vági búði í 1922 1.125 fólk, á Tvøroyri (Frobiarsókn) 1.780, í Klaksvík 1.042 og í Havn 2.826 fólk”.
Dawson flutti til Klaksvíkar
Eftir 1930 kom menningin til Klaksvíkar og meðan menningin í seinna helmingi av 20. øld, hasaði av í Suðuroy, vant hon alt meiri uppá seg í Klaksvík. Her fingu vit eitt nýtt “klondike”. Hetta verður viðgjørt aðrastaðni
Dawson gerst almennur býur
Men eftir krígslok fer ein broyting fram, vit fáa eina fólkaatkvøðu um sjálvstýri føroyinga og eftir hana kemur so Heimastýrislógin.
Hetta ger, at “klondike” nú flytur frá privatum fyribrigdi til at gerast alment við donkum tiltakandi ríkisstuðuli til Føroyar og hækkandi skatta- og avgjaldsinntøkum.
“Klondike”- hugtakið broytist frá privatum fyribrigdi til alment føroyskt /danskt og flytir sum tíðin fer til høvuðsstaðin og vindur uppá seg. Tórshavn gerst okkara nýggja (almenna) Dawson. – Almenna miðsavningin byrjar og tekur til.
Ikki so einfalt
Sum nevnt í parti 4, fari eg í brotum at greiða eitt sindur frá, hvussu broytingin kundi kennast hjá Karsteni Hoydal, sum fyrsta leiðara á Klakksvíkar Hermetikk og fjølslyldu at flyta úr Danmark at búgva millum fjøll, Tað tykist ikki at hava verið so lætt og einfalt! Vit lata listamanninum, høvundinum og syni Karstens, Gunnari Hoydal, orðið úr skaldsøguni “Í havsins hjarta” á síðu 80:
“Nógv broyttist hjá okkum. Vit vóru farin norður millum fjøll at vera, og pápi okkara var farin at arbeiða hjá einum av landsins fremstu monnum, einum teirra, ið hevði fingið kongsins prýði á bringuna. Men í aðra máta var ikki so nógv, sum skygdi har norðuri. Alt minkaði og trongdist, og rustaðir trolarar komu inn á vágna við svørtum kolaroyki og tómari last. Fólk róptu harðliga á børnini og slongdu útiløgukattar eftir halanum á sjógv. Allastaðni var stongt og fyribundið, sangurin í samkomuhúsinum harðnaði, og illsinnið vaks….”.
Ku-5.partur
www.keldu.com
keldu@post.olivant.fo
Keldutilfar og myndir:
Axel Mortensen
“Úr farnum tíðum II
Gunnar Hoydal
“Í havsins hjarta”
Norðoya Fornminnissavn
P/f N. J. Mortensen
Bernhard Brim
Heini Madsen:
“Færøernes hvornår
skete det”




