Longu í 1947 setti Kjølbro sølu- og innkeypsskrivstovna Pescadero á stovn í Keypmannahavn. Skrivstovan fevndi um fjøltáttaða virksemið í Kjølbro fyritøkuni. Her fór eisini stórur útflutningur ígjøgnum m.a. av hermetiskum vørum.
10. partur
(Fyrsti partur av Pescadero. Eitt intermezzo í hermetikkfrásøgnini)
Um tað mundið sum J. F. Kjølbro skrásetur felagið sum partafelag í 1946 við 1 mió í partapeningi økist virksemið í felagnum við miklari ferð.
Umframt at lunnar vórðu lagdir undir Klakksvíkar Hermetikk, var Klakksvíkar Ullvirkið stovnað nakað frammanundan, síðani verður Klakksvíkar Dampvaskarí keypt, Guanofabrikkin á Grótrætt sær dagsins ljós, trolarin Sjúrðarberg kemur til bygdina samstundis, sum felagið byggir fleiri útróðrarbátar, keypir onnur skip og trolarar og økir virksemið annars á landi.
Í øllum hesum framburði verður inkeyps- og søluskrivstova stovnsett í Keypmannahavn 30. september 1947, sum kom at bera navnið Handelshuset Pescadero A/S. Tó var navnið á skrivstovuni heilt stutt fyrstu tíðina Handelshuset Klakksvík, sum tó skjótt varð broytt til eitt meiri altjóðað navn, nevniliga Pescadero.
Tættari at marknaðinum
Hetta gjørdist ein dynamisk skrivstova, sum bæði hevði út- og innflutning í samband við Føroyar um hendur. Hetta fari eg í heilt stuttum viðgera, men í høvuðsheitum bert við tilknýti til Hermetikkvirkið, sum bert var partur av øllum virkseminum.
Leiðslan í Kjølbro-fyritøkuni sá beinanvegin, at skuldi samskiftið við Danmark dagførast og danski marknaðurin røkkast, var umráðandi at verða á staðnum og soleiðis fremja marknaðarføring við lít.
Fyrsti stjóri á Pescadero, sum helt til á Dronningens Tværgade 40, var Kitty Kjølbro, dóttir Jógvan Kjølbro. Trý til fýra fólk vóru á skrivstovuni.
Skrivstovuhølir vórðu leigað í Dronningens Tværgade 40.
Beinanvegin sást, at henda skrivstova kom at hava stóran týdning fyri altjóða-sambandið, sum stórfyritøkan eftir tátíðar máli hevði.
Føroya Fiskasøla og Pescadero
Hóast Føroya Fiskasøla hevði einkarrætt til at selja salt- og klippfisk uttanfyri Danmark, so vóru so mangar aðrar vørur, sum Pescadero hevði at arbeiða við bæði í Danmark, í norðurlondum og í Suðurevropu.
Nevnast kunnu onkrar søluvørur, eitt nú saltsilda-tunnur, sum m.a. vórðu seldar til kendu fyritøkuna Lykkeberg, sum framvegis er virkandi og er eisini ein av donsku útflutningsfyritøkunum. Lýsi í tunnum var eisini á skránni til m.a. FDB. Frystur kalvi, sum “Skálanes”, sum um tað mundið fekk frystarí ísett og hevði fiska í Grønlandi, har ein hollur kundi í Gøteborg var avtakari. Hetta fyri at nevna onkur smávegis dømi.
Í 21. øld er umráðandi, at Føroyar sum søluland er til staðar á marknaðinum, har vørur verða útfluttar til. Tá í tíðini var, sum fyrr er nomið við, sambandið uppaftur verri millum seljara og keypara, tí langt var í millum skipa- og postsambandið landanna millum, fjarsamskiftið var bæði dýrt og vánaligt vanliga telefoniskt.
Ku-10
www.keldu.com
keldu@post.olivant.fo
Keldur og myndir:
Poulina Slættanes
Finn Kjølbro
Gunvá við Keldu
Københavns Museum
Hákun Marstein




