Autoklavin ella hermetiski kókarin, har kókað varð við 108 hitastigum við yvirtrykki í umleið 60 minuttir, tók tveir vognar við 450 eittkilo- ella 900 hálvkilodósum í hvørjum vogni
7. partur
Framleiðsluhøllin hjá Klakksvíkar Hermetikk, sum var stívliga 330 fermetrar var í ovaru hædd á bygninginum og hevði tað við sær, at ráðvøran skuldi lossast uppá við el-spæli.
Í sunnara enda vestureftir ella omaneftir, var trappa upp til virkið, og beint norðanfyri trappuna var opið, har ráðvøran var lossað upp ígjøgnum við el-spælinum.
Fara vit norðureftir fram við vestara veggin, stóð ein separator, maskina við trumlu, sum trýsti fiskin úr skræðuni í ein bakka, soleiðis at fiskurin lættliga kundi latast í eltaran, har ingrediensir vóru áfylt, til deiggið varð klárt til fiskabollar ella fiskakøku.
Norðanfyri har var ein leingjan, har langur bollakókari stóð. Hesin var helst einar 5 metrar til longdar og 1 metur í breidd. Í fyrra enda á bollakókaranum stóð ein eksentriskur opnari, sum evnaði fiskabollararnir, sum síðani duttu beinleiðis í kókaran.
Tá kókingin var framd eftir 15 minuttum, vóru fiskabollarnir vór tiknir úr bollakókaranum og síðani koyrdir í dósir ávíkavist eitt- og hálvtkilodósir, har laki varð áheldur og lok lagt á.
Longur norðuri eftir vestursíðuni var seinni settur upp hummarakókari.
Nýggj afturlatingarmaskina 1952
Niðan við vegginum var settur afturlatingarmaskina. Í fyrstuni vóru dósirnar afturlatnar við hondtaki rikið ví el-megi, men í 1952 varð útvegað maskina, sum automatisk lat dósirnar aftur við at trýst varð á fótpedal.
Longur uppi við norðurveggin stóð so autoklavin ella hermetiski kókarin, sum tók tvinnar vognar.
Eftir at dósirnr vóru afturlatnar, vóru tær latnar í hesar jarnvognar, sum tóku hvør 450 kilodósir og 900 hálvkilodósir og síðani vórðu vognarnir settir í autoklavin har kókað varð við yvirtrykki við108 hitastigum í umleið 60 minuttir.
Henda viðgerð hevði við sær, at haldbarið varð tryggjað í 6 ár, men tó skal sigast, at haldbarið kundi verða kanska heilt upp í eini 20 ár.
Tá kókingartíðin var av, vórðu dósirnar køldar niður, trykkið líðandi tikið av í autoklavinum fyri ikki at spreingja lokið. Autoklavin varð opnaður og dósirnar vórðu so koyrdar í pappkarton við JFK merkinum og Klakksvíkar Hermetikk. 24 kilodósir ella 48 hálvtkilodósir í hvørja karton, sum settar vórðu út á goymsluna.
Greitt til útflutnings
Her var vøran standandi umleið tríggjar vikur, til tær vórðu etiketteraðar. Allar dósirnar vórðu síðani kannaðar, um nøkur luft var sloppin til, og dósin hevði hevjað seg, ella “var gingin”, tí so var vøran spilt, ella sum tað æt á “fakmáli” á virkinum varð kallað bombasjað.
Tá øll henda kanning var framd, var vøran klár til sølu innanlands ella til útflutnings, sum tá á døgum var heilt vanligt.
Ku-7
www.keldu.com
keldu@post.olivant.fo
Keldur og myndir:
John Høj
fyrrverandi leiðari
á Klakksvíkar Hermetikk
Norðoya
Fornminnissavn




