Tá lunnar eru lagdir undir serstøk framtøk sum Klaksvíkar Hermetikk, hava nógvar fortreytir spælt við. Hetta er ikki einmans avrik, hóast umráðandi er, at djarvur oddamaður finst.
2. partur
Klaksvík í 1946 eins og nú hevur frá nátúrunnar hond helst bestu havnarmøguleikar í landinum. Hetta var ein fortreyt fyri, at útróðrarflotin við dekksførum øktist so tað munti. Men eisini aðrir tættir flættaðu sterka bandið!
Eg fari at geva Roberti Joensen orðið í “Útróður 1845 – 1945”.
“Saman við útróðrarfólkinum í Klakksvík, kom J. F. Kjølbro í krígsárunum 1939 – 1945 at føra útróðurin fram til eina slíka týdningarmikla vinnu bæði fyri fólk og land, sum neyvan nakar einstakur maður fyrr í Føroyum. Ongantíð er so nógvur fiskur komin upp á land av útróðri í Klakksvík, sum hesi árini og serstakliga í 1944. Víkanin av virkjum J. F. Kjølbros hava ført við sær eina stóra økjan av útróðrarflotanum.
Við teimum møguleikum sum J. F. Kjølbro bæði á landi og á sjógvi tey seinastu árini hevur lagt undir útróðurin, hevur útróðurin í Klakksvík verið frá virkjum hansara. Tey seinastu árini hevur hann einsamallur av útgerðarmonnum á staðnum havt agn á goymslum, einastu ísvirkir eru hjá honum, oljusølu og aðra útgerð hevur hann eisini. Tá bátar hava komið og farið hesi árini, so gingu teir aloftast út frá virkjum J. F. Kjølbros, og har var støðin, tá aftur var komið av havi til avreiðingar”.
Ofta verða framtøk sæð sum ein sjálvsøgd hending, uttan at vit veruliga geva okkum far um, hvussu hart og rúgvusmikið arbeiði samfelt er lagt úr hondum.
At útróðrarmenn og fiskivinnan á sjógvi saman við framtakshugaðum fólki á landi, bæði í reiðaravirksemi, øðrum vinnuvirksemi og hugsjónarfólki í kommunustýri ella býráði samfeldir tóku dystin upp, gav hendinga úrslit.
Elverkið ein fortreyt
Onnur fortreyt fyri at Klakksvíkar Hermetikk kundi setast á stovn var, at elverkið kom longu í 1931. Klaksvík fær, uppi í teimum allarfyrstu, elverk, sum menn longu í 1918 sóu sum nakað sera týdningarmikið. Hetta var onnur virðismikil súla, tí uttan hesa, var vónleyst við framtíðar vinnumøguleikum.
Eftir drúgvt arbeiði og nógvar kanningar av ymiskum økjum í landinum var tikið avgerð um, at best og tryggast fyri Klaksvík var, at vit fingu egið elverk bygt við Stórá heimanfyri Strond.
Kostnaðurin av elverkinum var í 1931 umleið 10 skattaálíkningar. Álíknaður kommunuskattur var hetta árið 60.000 krónur.
Leggjast kann afturat, at til hesa stóru og týdningarmiklu íløgu, kom eingin króna frá nøkrum øðrum uttan úr kommunukassanum í Klaksvík.
Hóast ringar krepputíðir úti í heimi, sum eisini raktu Føroyar meint, og hóast hesar krepputíðir løgdu sína køldu hond yvir land okkara júst í hesum árum, greiddi elverkið sínar fíggjarligur skyldur, júst orsakað av hesi útbygging.
Henda risaútbygging gav ikki bara Klaksvík eina ótrúliga framgongd, men hetta var eitt átak, sum kom fiskivinnuni í øllum landinum til góðar.
Soleiðis skaptu útróðrarfólk, vinnulívsfólk og kommunalir myndugleikar í felag eina kollvelting, uttan at nakar íverksetarastuðul varð latin úr landskassanum. Sendi Klaksvík inn í ókenda uppgongdar- og menningartíð, meðan aðrir partar í landinum lógu í búskaparligum andaleypi. Mangar nýhugsanir komu á vinnuøkinum hesi árini harímillum Klakksvíkar Hermetikk!
keldu@post.olivant.fo
www.keldu.com
Keldur og myndir
Útróður 1845 – 1945
Robert Joensen
Klaksvík 1908 – 1968
Klaksvík 1908 – 1983
Norðoya Fornminnissavn
Hava tygum viðmerkingar, send tær vinarligast inn á keldu@post.olivant.fo




