Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klakksvíkar Hermetikk 1946 – 1966: Víðskygdir stjórar og headhuntaður leiðari

Jógvan við Keldu

Sum tann gløggi forrætningsmaður Jógvan Kjølbro var, og víðskygdi prokuristurin og stjórin Poul Als-Jensen, vitstu hesir, at eitt er at fáa virkið sett á stovn og nóg mikið var av ráðvøru, men lívsneyðugt var at fáa vælutbúnan leiðara til virkið

4. partur

Sum áður nevnt, komu Stengurnar, sum J. F. Kjølbro keypti longu í 1926 at verða miðdepil fyri virksemið hjá felagnum í meiri enn 20 ár.

Tað hevur verið, og fer at verða ført fram, at vanliga fær einstaki íverksetarin sjónirnar og síðani tekur hann hóskandi fólk afturat sær. Hetta var Kjølbro

Eftir at kanningar høvdu verið gjørdar, var avgjørt at byggja bygning norður úr verandi virksemi á Stongunum, sum skuldi hýsa einum Hermetikkvirki. Bygningurin var heilar 24 x 14 metrar í vavi í tveimum hæddum.

Havast skal í huga, at tað var ikki sum at siga tað, at fáa til vega maskinur til virkið, tí útboðið var avmarkað. Týskaland lá í sorði, og Stórabretland var ikki væl fyri aftaná ótespuligu viðferðina eftir heimsbardagan. Tí varð farið til Danmarkar at keypa maskinur til virkið.

Sum tann gløggi forrætningsmaður Jógvan Kjølbro var, og víðskygdi pro-kuristurin og stjórin Poul Als-Jensen, vitsu hesir, at eitt er at fáa virkið sett á stovn, og nóg mikið av rávøru, men umráðandi og lívsneyðugt var, um givin skuldi verða virkinum framtíð, at fáa vælútbúnan leiðara til virkið.

Ein orsøk til forrætningshepni
Til hetta verður Karsten Hoydal, sum tá búði í Danmark, headhuntaður. Lat tað verða sagt, at Kjølbro gjørdi nógv av longu tá – sum nú í fleiri ár hevur verið siðvenja – at headhunta sínar leiðarar, uttan at størvini vórðu lýst leyst.

Sá hann sum ein persón við góðari útbúgving, serstøkum evnum og við drívmegi, gjørdi hann ikki mætari, enn bjóðaði honum starv hjá sær. Einki er yvir at dylja, at tað var ein av orsøkunum til serstaka forrætningshepni hjá honum í so mong ár.

Karsten Hoydal varð føddur í 1912 og vaks upp í Hoydølum. Arbeiddi fyrst á Royndarstøðini í Hoyvík og var síðani á einum garði í Noregi.

Eftir hetta fer hann til Danmarkar á Veterinær- og Landbohøjskolen í Keypmannahavn, har hann tekur prógv sum cand. agro. í 1936 og lic.agro. 1940, og fór í lestur á Danmarks Tekniske Højskole 1940-1942. Eftir hetta er hann í starvi sum vísindaligur hjálparmaður á Fiskeriministeriets Fiskerilaboratorium 1942-1945.

Karsten flytur til Klaksvíkar í 1946 og verður sostatt fyrsti leiðari á Klakksvíkar Hermetikk, og tað er hann, sum kemur at byggja virkið upp frá grundini og á hansara herðar verður virkið bygt upp fyrstu fýra árini. Hann verður í Klaksvík til 1950, tá hann tekur við leiðsluni í starvstovuni á Føroya Fiskiídnaðarstovu, har hann er í árunum 1950-1977.

Avmarkaðar viðgerðir av tilfeinginum
Sum vituligt er, so er øll byrjan torfør. Soleiðis var eisini við hesum nýggja men áhugaverda vinnu- og menningarátaki.

Her skal havast í huga, sum nevnt í míni fyrst grein, at viðgerð av havsins tilefeingi var ikki so fjøltáttað. Talan var um saltaðan- og sólturkaðan fisk, til royndir vórðu gjørdar við kanningum úr Íslandi at ísa fiskin, sum ofta varð sendur heilur t.d. á bretska marknaðin.

Hetta var tí – um ikki nýhugsan – so eitt átak, sum lættliga kundi skeiklast, tí royndirnar her vóru, um ikki ongar, so fáar, tí var umráðandi, at eitt kapitalsterkt virki stóð við stuðli. Kjølbro var tá kapitalsterkasta fyritøkan í landinum.

Í næstum fer at verða nomið nakað við, hvussu tað kendist bæði fyri henda innflytara við fjølskyldu og hvussu klaksvíkingar hugsaðu, hvussu onnur pláss í Føroyum høvdu hugsað, um tílík virki vórðu løgd har. Eisini skal nemast við, hvussu framburðstrimmað Klaksvík var um hetta mundið, við einum oddamanni sum Kjølbro.

Ku-4. partur
www.keldu.com
keldu@post.olivant.fo

Keldur og Myndir:
P/f J. F. Kjølbro
1913-1983

Norðoya Fornminnissavn

John Høj fyrrverandi leiðari á
Klakksvíkar Hermetikk

Gunnar Hoydal