Eins og nú hugsaðu teir nýtt. Óræddir fóru teir um mørk á ókendar leiðir, settu pening í ivasamar verkætlanir og vunnu landi og fólki stór virði
1. partur
Eftir at seinni heimsbardagi var avhasaður og gerandisdagurin aftur kendist meira tryggur, rendi Klaksvík seg inn í ein vinnuligan framburð, sum ikki, var sæddur áður í Føroyum og sum heldur ikki hevur verið síðani.
Fólk fluttu hagar úr øllum landslutum. Hyggja vit at fólkavøkstrinum, so tvífaldaðist fólkatalið í Klaksvík frá 1940 til 1955 úr uml. 1.500 til uml. 3.000 íbúgvar.
Í øllum hesum meldrinum gongur evnaríki og arbeiðssami reiðarin, stórkeypmaðurin og vinnulívsmaðurin, Jógvan Frederik Kjølbro á odda.
Av hansara mongu fyritøkum er ætlanin í hesum viðfangi – meiri ella minni – bert at viðgera eina fyritøku, sum hann setti á stovn, og sum kom at hava stóran týdning, bæði fyri nýhugsan og skapandi áhugaverd arbeiðspláss.
Fyritøkan er Klakksvíkar Hermetikk.
Tørvur á matvørum
Viðgerð av tilfeinginum úr havinum var ikki so fjøltáttað tá. Talan var um saltaðan- og sólturkaðan fisk. Ár frammanundan var hegnis- og framburðsmaðurin Jógvan Rasmussen (í Grótinum) farin til Íslands at hyggja eftir, hvussu teir viðgjørdu og ísaðu fiskin. Nakað sum kom at hava stóran týdning fyri útróðurin ikki bara í Klaksvík men aðrastaðni við.
Av tí, at stórur tørvur var á matvørum eftir kríggið, sá Poul Als-Jensen, millum manna vanliga kallur Als, sum tá var prokuristur og stjóri í Kjølbro-fyritøkuni frá seinast í 1930unum til 1949, nakrar møguleikar at viðgera fiskavørur í hálv- og heilkonserves og at hesin viðgerðarháttur gjørdi, at haldbari av vørunum kundu verða avgerandi fyri kapping um marknaðin bæði heima í Føroyum og í útllondum.
Jógvan Kjølbro, sum altíð var til dystin fús við nýhugsaðum vinnum, tók undir við, at farast skuldi undir at byggja nýggjan bygning til hesa serstøku verkætlan.
Nevnast kann, at hesin úrmælingur um hetta mundið legði lunnar undir fleiri nýhugsandi verkætlanir. Nevnast kann, at hann í Bretlandi hevði undirskrivað sáttmála um trolarin “Sjúrðarberg”, sum var annar trolarin í Norðurevropa við radara.
Hann kundi taka til, at “Her havi eg undirskrivað mín deyðadóm”!
Millum hópin av hansara fyritøkum kunnu nevnast “Guanofabrikkin” á Grótrætt og Spinnaríið oman Eið.
Ku-1.partur
Keldur
og myndir:
John Høj, fyrrv. stjóri á Klakksvíkar Hermetikk
Trygd og Trivni
P/f J.F.Kjølbro
1913-1983
Jógvan í Grótinum
1871-1957
Onnur heimildarfólk
Vit fara at heita á tey, sum hava arbeitt á Hermetikkvirkinum, um at senda okkum mails við teirra frásagnum. keldu@post.olivant.fo
www.keldu.com




