Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Klakksvíkar Hermetikk (Bollafabrikkin setast í upprunaligan stand)

klaksvik.fo

Avtala varð í dag undirskrivað millum klaksvíkar kommunu og eigararnar av ‘Bollafabrikkini’. Avtalan merkir, at ognarviðurskiftini verða umskipað soleiðis, at verandi virksemi heldur fram í niðaru hæddini, meðan kommunan fær ræðisrætt yvir ovaru hædd. Avtala varð eisini, at kommunan átekur sær at seta bygningin í upprunaligan stand.

Á mottøku í gamla fjósinum hjá Kjølbro seinnapartin, vóru keyps- og leiguavtalur undirskrivaðar við teir 16 eigarirnar av gamla virkisbygninginum, Klakksvíkar Hermetikk, vanliga rópt Bollafabrikkin, sum J.F. Kjølbro lat byggja í 1946. Avtalan verður nú løgd fyri býráðið til endaliga góðkenning.

Eftir at býráðið hevur tikið støðu, kunnu verandi eigarar fara at rudda bygningin, aðrenn kommunan kann fara í gongd við at klæða bygningin og skifta vindeygu og tak, soleiðis at at hesin søguligi bygningur kann verða varðveittur.

–        Eg eri sera fegin um, at semja nú er um, at býráðið kann yvirtaka bygningin. Nógv virksemi hevur verið í bygninginum gjøgnum árini, og er umbyggingin sostatt liður í framhaldandi at halda lív í húsinum. Góðar og tíðarhóskandi umstøður til okkara útróðrarmenn og vinnuna á Stongunum er altavgerandi, sigur Karl Johansen, borgarstjóri.

Teir 15 egningaskúrarnir og frystigoymslurnar, sum eru har í dag, fara framvegis at húsast har, meðan Klaksvíkar býráð enn ikki hevur tikið støðu til, hvat ovara hæddin skal nýtast til. Væntandi kann hetta arbeiðið fara í gongd í summar. Ætlanin er somuleiðis, at økið aftan fyri skúrarnar og norðan fyri Bollafabrikkina skal ruddast og verða eitt prýði fyri býin.

–        Hetta er eitt av høvðusmálunum hjá mær at fáa framt. Tí er tað gleðiligt, at vit nú fáa hetta loyst í sátt og semju við eigararnar, sigur Atli S. Justinussen, formaður í Havna og Vinnunevndini.

Avtala varð eisini gjørd um, at seta á stovn eina nýggja ‘skúranevnd’, har umboð fyri kommununa og eigarar av egningarskúrunum skulu tryggja, at leiga verður goldin til víðari viðlíkahald av bygninginum.