Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klakksvíkar Ullvirki P/f – ein glæsilig søga

John William Joensen

Greinin niðanfyri er nakað tað sama, sum Jógvan við Keldu hugleiddi um í sendingini "Føroyar Mítt Land" í Rás 2:

Tá Klakksvíkar Ullvirki leveraði tilfarið til teppi og veggjaprýði umborð á stásiligum skipi, sum Bergenske Dampskib bygdi til farleiðina Newcastle – Bergen

Eftir krígslok var serstakur íløguhugur í føroyska samfelagnum. Fleiri av hesum íløgum vóru gevandi, men, sum vera mann, tá satsað verður, koma eisini bakkøst, sum altíð er herskin kostur og sum rakar so mong. Soleiðis kenna vit eisini tíðina sum tá var í Føroyum.

Hóast nógvu íløgurnar snúðu seg um íløgur í fiskiskip, trolarar úr Bretlandi, bæði gamlir og nakrir fáir nýbygningar og fiskivinnu annars, so vóru íløgurnar nógv meiri víðfevndar og visjónsríkar enn tað.

Eitt dømi er undir krígnum, tá var eitt spinnarí keypt til Tvøroyrar, har kendu og ídnu politikararnir Petur Mohr Dam og Kristian Djurhuus høvdu ein leiklut. Neyðugt var tá at byggja upp og út.

Kostnaðurin av hesum maskinum lá um 3.000 bretsk pund, sum tá helst hevur verið um stívliga 60túsund krónur.

Fyri at fáa hesa fyritøku at virka, kravdist eitt útgjald við 15túsund krónum at leggjast á borðið bara fyri maskinurnar, umframt at høli skuldi útvegast, so sjálvt spinnaríið kundi gerast virkisklárt, so her skuldi fitt av peningi til afturat.

Skuldi til Suðroyar, men endaði í Klaksvík
Tá maskinurnar komu, var torført at fáa henda pening. Tí skrivaði Kristian Djurhuus til stórreiðaran og keypmannin Jógvan Kjølbro í Klaksvík, sum um ta tíðina hevði eina góða fyritøku á veg fram, um hann hevði hug at taka sær av hesum, tí meinti Kristian Djurhuus, at tað var umráðandi at fáa eitt gott spinnarí til Føroya, hóast eitt lítið spinnarí var frammanundan.

Kjølbro var ikki nógv fyri at taka hesa uppgávu á seg, tí hann helt fyri, at hetta lá uttanfyri hansara virkisøki. Eftir drúgva umhugsan, segði hann tó ja, til endan.

Leggjast kann afturat, at, sum árini gingu, fekk fyritøkan hjá Kjølbro eitt nógv breiðari virkisøki við framleiðslu- og søluvirksemi á øllum økjum, eisini hevði felagið skrivstovu í Keypmannahavn, nevnd Pescadero, í mong, mong ár, sum virkaði sum inkeyps- og søluskrivstova. Henda skrivstova virkaði eins og ein sendistova. Tað vóru ikki so fáir føroyingar, sum fingu hjálp og vegleiðing frá hesi skrivstovu, tá ørðindi skuldi gerast í Keypmannahavn, ella sjúka gjørdi um seg.

Ikki færri enn 950 fólk fólk vóru knýtt at Kjølbro-felagnum, tá best vitsti við.

30 fólk á samdøgurvakt

Hann setti nú á stovn eitt partafelag, Klakksvikar Ullvirki, við 200túsund krónum í partapeningi, í samband við spinnaríið, bygdi ein stóran tvíhæddaðan bygning við Borðoyarvík, sum tilsamans fevndi um heilar stívliga 1.200 fermetrar, til at hýsa spunavirkseminum. Hesin bygningur stendur framvegis har.

Virkið hevði upp ímóti 30 fólk í vinnu, arbeitt var alt samdøgrið og gav fitt av peningi í fleiri ár. Ikki bara varð spunnið burturúr føroyskari ull, men rættiliga nógv ull varð innflutt úr Bretlandi. Eisini var skotskur spunamaður í Føroyum í heili 3 ár. Laurie Scott æt hann.

Hetta gjørdist ein verulig útflutningsvøra. Útflutningurin av tógvi, fór serstakliga til Danmarkar, til eitt ávíst virki, sum keypti nógv. Hetta var ein góður kundi, sum betalti væl.

At hetta var áhugaverd útflutningsvøra, kann vísast aftur til, at tá Bergenske Damskibsselskab bygdi stásiligt skip til at sigla farleiðina millum New Castle og Bergen, var avrátt, at farast skuldi eftir føroyskari ull, tá teppir í salongunum skuldi útvegast og teppir sum veggjaprýði.

Danski keyparin fekk soleiðis alla leveringina til hesar teppiáleggingar og veggjaprýði, og var alt hetta gjørt úr føroyskari ull frá Klakksvíkar Ullvirki.

Viðkvæmur marknaður
Soleiðis sigldi hetta stásiliga ferðafólkaskipið við teppum úr føroyskum tilfari og prýðislutum úr Føroyum.

So viðkvæmur var marknaðurin tá, og tað er hann eisini lutvíst framvegis, at Jógvan Kjølbro greiðir víðari frá, at hesin vælhavandi keypmaðurin, sum keypti tað nógva tógvið úr Føroyum, átti eina frægari listjátt, sum hann vanliga plagdi at sigla við.

Á einum túri, kom eldur í listjáttina, og hvørki skip ella manning komu aftur, og tekur Kjølbro soleiðis til, at hetta var endi á hesum góða drúgva og týdningarmikla sambandi.

Tó helt spinnaríið fram við fleiri góðum árum við góðum avkasti heilt upp í 1960ini.