Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klakkur aftur av góðum túri undir Føroyum

Oliver Joensen

 Beint fyri miðdag í dag kom Klakkur aftur undan Føroyum við fullari last av frystum. Klakkur hevur knapt 300 tons inni, størra helvtin er hýsa ímeðan restin er toskur, longa brosma og annað. Bethuel Johannesen, ið var skipari hendan túrin, sigur, at hetta hevur verið ein góður túrur, hóast hýsuprísurin er lágur fyri tíðina. Um hesa tíðina í fjørð, lá hýsuprísurin u 27 krónur fyri kg men í dag er hann 16 kr. so tað er munur á. Tað eru bara Vaðhorn, Fiskavirkið í Gøtu og Kósin, ið keypa frystan rundan fisk til framleiðslu.

16 mans eru við Klakki, teir fóru av Klaksvík 1. mars.