Allir bátarnir á Flemish Kap hava havt rokfiskiskap fyrstu vikuna.
Allir bátarnir á Flemish Kap hava havt rokfiskiskap.
Føroysku línuskipini á Flemish Kap hava nú fiskað í eina viku. Burtursæð frá Ågot, sum kom á Flemish Kap nakrar dagar áðrenn.
Fiskiskapurin hevur verið sera góður sambært Vørn. Av línuskipunum sum byrjaðu í síðstu viku, har hevur Klakkur fiskað mest. Hann var tann fyrsti, ið kom uppum 200 tons í rundum. Í rundum hava bátarnir fiskað hesar nøgdir:
Ågot 232 tons (fulla last, 155 tons av avhøvdaðum)
Klakkur 212 tons (141 tons av avhøvdaðum)
Kambur 195 tons (130 tons av avhøvdaðum)
Stapin 176 tons (117 tons av avhøvdaðum)
Eivind 157 tons (105 tons av avhøvdaðum)
Váðasteinur 142 tons (ísfisk, fulla last)




