fyri umleið einum tí9ma síðani fór Klakkur av Klaksvík. Teir eru á veg á Flemish Cap. Líggjas Johannesen, skipari sigur í telefonsamrøðu, at teir rokna við at skula sigla í átta dagar og at veðrið sær út til at vera gott allan vegin, kanska eitt sindur av sjaski tveir teir fyrstu dagarnar, men síðani sær út til at vera gott veður.
Seinasta túr, tók tað 15 dagar at fylla skipið á Flemish Cap, Klakkur tekur 300 tons. Vit ætla at fara inn at landa fyrstu lastina, um høvið býðst, men tað vita vit onki um enn, sigur Líggjas at enda og leggur afturat at teir eru 16 mans við Klakki og teir ynskja øllum gott nýggjár.




