Línubáturin Klakkur, sum P/F Undir Klakki eigur, er komin aftur úr Skagen, har hann millum annað er sandblástur.
Nú Klakkur er afturkomin, hevur hann skift lit, frá svørtum, til reyðbrúnt. Líggjas Johannesen sigur, at teir hava verið í Skagen og fingið skipið sandblást uttanborðs og innanborðs. Umframt tað, eru eisini smærri umvælingar gjørdar á skipið.
Klakkur fer aftur á fiskiskap undir Føroyum í morgin. Líggjas sigur, at árið hjá skipinum hevur roynst væl higartil. Prísurin hevur verið lægri, men hinvegin hava vit fiskað meira. Sigast skal eisini, at prísurin á hýsuni hevur verið góður í summar, men tað eru smáar nøgdir, sum er komnar upp á land.




