Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klakkur undan Føroyum við 200.000 pundum

Oliver Joensen

Bethuel Johannesen, skipari á Klakki  sigur, at nógv lív var í sjónum eystanfyri hendan túrin. Vit royndu eystur av Sandoyarbankanum, og tað lá bara væl fyri. Vit landa á Kósini, og veiðan man fara at liggja um 200.000 pund. eini 130-140.000 pund av longu, restin er upsi og brosma.

Vit gjørdu eisini ein góðan túr eystanfyri hesa tíðina í fjørð, so í eini trý fýra tey seinastu árini hevur verið væl at fingið her um hesa tíðina. Men prísurin á fiski er ikki hin hægsti fyri tíðina, fyri okkara viðkomandi hevði tað komið væl við um prísurin var nakað hægri, tí útreiðslurnar vaksa nærum hvønn túr.

Annars haldi eg at tað sær eitt sindur hugaligari út nú. Sera nógv lív var í sjónum, sum sagt, vit sóu sildreka at kalla hvønn dag og nógvur hvítingsbróður var í fiskinum.

Tað hevur gingið væl hjá Klakki seinastu túrarnar. Túrin undan hesum avreiddu teir 218.000 pund, toskur og blálonga, undan Íslandi. Vit áttu 600 tons undir Íslandi og tað fiskaðu vit uppá seks túrar, sigur Bethuel Johannesen, skipari á Klakki. 

Harleywoodpaint