Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvík 6 – Havnin 0

Jákup Ósá

Havnin megnar hvørki at fáa stig ella mál móti KÍ, sum í dag gjørdi slætt borð móti teimum báðum ovastu liðunum úr høvuðsstaðnum hesi bæði seinastu umførini.

Havnin megnar hvørki at fáa stig ella mál móti KÍ, sum í dag gjørdi slætt borð móti teimum báðum ovastu liðunum úr høvuðsstaðnum hesi bæði seinastu umførini.

Tað bleiv sum vanligt ein undirhaldandi og spennandi dystur millum KÍ og HB, tá arvafíggindarnir møttust í Klaksvík í dag. KÍ kom til dystin við góðum úrslitum, tí liðið hevði fingið 4 stig í Sarpugerði og Gundadali móti Víkingi og B36, sum eru í topp 3.

Í fyrra hálvleiki var líka við og næstan ofta hjá báðum liðunum. Kanska hevði HB munin, men KÍ verjan hekk væl saman og frameftir hevði ein kensluna av, at KÍ tað sama kundi skora sum HB. Í seinna hálvleiki byrjaði HB nógv betri, har serliga Andrew av Fløtum var vandamikil. Men Meinhardt vísti stórspæl í KÍ málinum, og spakuliga kom KÍ inn aftur í dystin. Tá Andrew so bleiv skiftur út eftir góðan tíma, so misti HB nógv í álopsspælinum og eftir hetta fekk KÍ gott tamarhald á tí aftur. Eisini frameftir vøllinum bleiv KÍ so við og við meira vandamikið. Tá so 73 minuttir vóru spældir kókaði Í Djúpumýru millum klaksvíkingarnir. Langur bóltur endaði við, at Álvur Christiansen legði góðan bólt afturum HB verjuna. Har slapp Hjalgrím Elttør millum HB málverjan og HB miðverjuna og hegnisliga lyfti bóltin uppum HB málverjan og í málið. Neyvan nakrantíð í ár hevur fagnaðurin verið so stórur við Djúpumýru sum hesa løtuna.

Seinastu 20 minuttirnir royndi HB at leggja trýst á KÍ, men hetta eydnaðist ongantíð. KÍ hevði lisið HB spælið av og hóast HB fekk nógvar deyðbóltar, so var altíð eitt KÍ bein ella høvd fyri, áðrenn teir kundu koma til nakra roynd móti málinum. Í yvirtíðini fekk Bárður Johnsson Heinesen reytt kort fyri ógvusliga takling móti Poul Ingason. Tá so 95 minuttir vóru farnir og dómarin Páll Augustinussen, sum floytaði nógv í dag, bríkslaði av, so sást, at hetta var ein serligur sigur hjá KÍ, sum fyri fyrstu ferð í 9 ár vann á heimavølli móti HB.