Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvík by night

Oliver Joensen

 Nakrar myndur úr býnum beint nú. Á veg í persónligum ørindum gekk leiðin sjálvandi norður á Stengurnar, har ein altíð fær eitthvørt at hugsa um. Havsbrún lá og gjørdi klárt at fara til fiskiskap í kvøld, hóast veðurmenninir ikki boða frá so góðum um einar tveir dagar, og harafturat hevur gingið sera illa við snellufiskiskapinum eftir upsa í vár.

Men skulu nøkur oyru forvinnast, so mugu snellurnar brúkast. Veðrið er enn sera milt, hóast tokukloddar rekast millum fjøllini. Umborð á Sigurfaranum var eisini ljós, so helst fara teir eisini í kvøld. Í egningarskúrunum hjá Kallanes og Norðsøka var ljós enn hóast línubátarnir neyvan fara aftur til útróðrar áðrenn páskir. Kanska einamest tí teir ikki hava so nógvar fiskidagar eftir og harafturat er prísurin í botni nú upp undir páskini.

Men treyðugt so, vit fingu nakrar vakrar myndir í kvøld:

Harleyfacadeacryl