Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvík ein býur í menning

John William Joensen

Fyri at okkara íbúgvar skulu trívast og mennast, eiga vit at hava øki har vit trívast og kenna okkum væl.

Her hava vit Grøvina, sum vit øll eru stolt og glað um at eiga.

Nógv er gjørt fyri at fríðka um øki har úti. Tøkk havi tit fyri tað.

Hugsi ofta tá eg eri har úti, at svimjihylarnir áttu at verið fríðkaðir.

T.d. kundi verið plantað og ljós gjørt framvið og garðurin verið málaður.

Eisini mangla vit eina gøtu frá viðalundini út til Oyrar framvið sjóarmálanum. Ferðslan er jú so stór at tað ikki er so hugaligt at ganga eftir venum út á Norðoyrar.

Hetta kundi møguliga verið eitt arbeiði fyri "ung í arbeiði".
Gott eisini fyri fólkið, sum býr í okkara sambýlum, sum ofta eru at síggja á Oyravegnum, sitandi í rullustóli. Eisini til okkum sum viðhvørt fara ein túr við barnavogni.

Veit væl at peningaliga skullu vit spara í komandi setu, men omanfyri nevndu mál kosta ikki tað stóra.

Set X við lista B
Maria Olsen