Um hugt verður at londunum kring okkum sæst, at teir býir og øki, ið mennast og standa í vøkstri hava í langa tíð sett fokus á trivnað og mentan.
Trivnaður er alfa og omega, um vit skulu gera okkum nakra vón um búskaparvøkstur og tilflyting av ungum vælútbúnum fólki. Fyri at fólk skal trívast í okkara býi er neyðugt at menna Klaksvík, sum ein nýmótans bý við nógvum ymsum mentanartiltøkum til allar aldursbólkar.
Vit kunnu verða sera stolt og errin av okkara virkishúsi fyri ung, har børn og ung stórtrívast, takka verið dugnaligum og ágrýtnum starvsfólki. Virkishúsið er ein dýrgripur, ið ansast má væl eftir. Fær ein túr inn í hetta virknað hús og føl trivnaðin og tað jaliga hugalag, ið har er.
Klaksvík er ein fiskivinnubýur burturav, men hóast tað, so mugu vit ikki gloyma at t.d. upplivingarvinnan er tann skjótast vaksandi vinnan í londunum kring okkum. Her eru vit ein eftirbátur. Upplivingarvinnan og upplivingarbú-skapurin fær fólk at hugsa kreativitet og skapa nýtt. Lat okkum geva hesi vinnu betri sømdir og karmar, so vit við tíðini koma at hava fleiri búskaparlig bein at standa á.
Í Klaksvík og Norðoyggjum finnast fleiri kend og minni kend listarfólk, bæði innan málningalist, sniðgeving og tónleik.
Hesi fólk við útbúgvingum frá hægri lærustovnum t.d. kunst akademium verða meir ella minni yvirsædd. Klaksvíkar býi tørvar eitt mentannar- og tónleikahús har framsýningar, konsertir, leikir og annað kom til sín rætt. Tikið verður ofta til orðatakið “Rom varð ikki bygdur eftir einum degi”, og nei, tað var hann ikki, men býurin varð bygdur – stig fyri stig. Latið okkum tí standa saman um at byggja Klaksvík upp til ein fjøltáttaðan bý – stig fyri stig.
Trivnaður merkir eisini opinleiki og gjøgnumskygni. Arbeiðast má tí við at fáa størri opinleika og lættari gjøgnumskygni í Klaksvíkar Kommunu. Borgarin má og skal hava betri møguleika at vita hvat hendir í kommununi. Eitt hugskot kundi verið, at t.d. býráðsfundir vóru sendir beinleiðis á netinum.
Maiken Steinberg
Valevni Tjóðveldis, listi E




