Í samband við heilsuátakið, „Klaksvík, ein heilsubýur“ bjóða Klaksvíkar Býráð og Fólkaheilsráðið til tíðarfund í Klingrugarði 6, fríggjamorgunin 9. mai kl. 10.00.
Í samband við heilsuátakið, „Klaksvík, ein heilsubýur“ bjóða Klaksvíkar Býráð og Fólkaheilsráðið til tíðarfund í Klingrugarði 6, fríggjamorgunin 9. mai kl. 10.00.
Á fundinum verður framløga av nýggja bóklinginum við alskyns møguleikum í Klaksvíkar kommunu at betra um heilsuna. Talan er um spennandi og fjøltáttað heildagsútferð runt Kalsoynna, skræddaraseymaðar útferðir eftir egnum ynski, baðiland við heilsukliva og øku, gongutúrur út á Oyrar ella niðan á Háls, roykisteðgiskeið, klænkiskeið, góð ráð til tann góða matpakkan, motiónsfótbóltur, skeið til tey, ið vilja læra at matgera og annað gott.




