Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvík eitt gott “brand”

John William Joensen

Nú verður neyðugt, meiri enn nakrantíð, at hugsa nýtt við grundarlagi í fíggjarligari ábyrgd.

Vit mugu fáa eitt sterkari landnyrðingsøki. Alt økið má styrkjast.

Til seinasta býráðsval vísti eg á, hvussu umráðandi tað er, at vit gera okkum greitt, hvar vit ynskja Klaksvík skal verða um 3, 5 og 10 ár. Vísti eisini á, at klaksvíkingar ongantíð hava verið bangnir fyri at ganga undan, og soleiðis verða fremstir í Føroyum. Sjálv meti eg ikki, at vit náddu okkara málum í hesu setuni, tí má ferð setast á í komandi setu. 

Tað vóru ófrættakend tíðindi, ið bórust í Kringvarpinum seinastu viku, at Klaksvíkar Kommuna varð samanlíknað við Tvøroyrar og Vágs Kommunur, í sambandi við fallandi inntøkur og fíggjarstøðuna annars. Tað sum gjørdi meg skakka var, at meðan Tvøroyri og Vágur liggja avsíðis, við einari sjófarleið og harvið hava ringt við at fáa lut í "landsalmennum" ágóðum, sum at kallað bert miðstaðarøkið nýtir gott av, eru vit í Klaksvík, í hesum tíðarskeiði vorðin ein partur av fastlandinum. 

Hesi tíðindi fingu meg enn einaferð at hugsa um álvarsligu støðuna, Klaksvík er í og átti hetta at fingið ávaringarlampur at lýsa hjá øllum býráðs- og landspolitikarum í Norðoyggjum. Tað sær út til, at økini uttanfyri miðstaðarøkið spakuliga viknað, sjálvt øki sum eru vorðin partur av fastlandinum. Tað kann eg ikki liva við.

Verða brandað betur
Klaksvíkar Kommuna hevur bestu møguleikar at vera eitt gott "brand" vit eru ein "ríkur" býur við hópin av dugnaligum listarfólkum innan bókmentir, sjónleik, tónleik og list. Eisini hava vit framstandandi eldsálir, ið hava skapt tiltøk til gleði fyri allar føroyingar. 

Í ringum tíðum hava vit víst, at vit standa saman. Klaksvík hevur altíð havt og hevur framvegis eitt virkið vinnulív, sum eigur lívið í okkum her og við stórari ávirkan út um landið. Eisini hevur okkara handilslív víst sína styrki, síðani Norðoyatunnilin lat upp í 2006. Eftir at vit seinastu árini hava verið alt ov vánalig at branda Klaksvík, er tíðin nú komin til at vit veruliga seta fokus á landnyrðingsøki í Føroyum.

Samstarv ella
samanlegging
Nógv hevur verið frammi um kommunusamanleggingar. Fyri okkum í Klaksvík fer framtíðin at krevja, at neyðugt verður at styrkja kommunueindirnar, um ikki samanlegging, so at fáa eitt sterkt, gevandi og formelt samstarv, um vit skulu fóta okkum í framtíðini. Klaksvíkar Kommuna eigur at leggja stórt arbeiði í og fáa eitt formelt samstarv við Fuglafjarðar Kommunu, Eysturkommununa og Runavíkar Kommunu. Hesi øki samanlagt hava eitt fólkatal uml. 16.000 borgarar, og gevur hetta eitt ógvuliga gott og breitt grundarlag fyri samstarvi. 

Víðari kann sigast, at hetta samstarv kemur at tæna øllum Føroyum, tí
sunnari verður við einum sterkum øki afturat høvuðsstaðarøkinum.
Hesi øki hava nógv sum kann styrkjast við góðum samstarvi. Her eru Sjúkrahús, Trygdarmiðstøð, Studentarskúli, Handilsskúli, Sjómansskúli, Húsarhaldsskúli, Tekniskur skúli og annað, umframt eitt framúr sterkt vinnulív.

Land og kommunur
Vit hava fyrr sæð, at landið leggur mál út til kommunur at umsita, har peningur ikki fylgir við, tí er eisini alneyðugt at hesar kommunur standa saman, tá eldraøkið og skúlaøkið verða løgd út. Inntøkurmøguleikarnir hjá kommununum er bara kommunuskattur. Landið hevur harafturímóti nógv fleiri streingir at spæla á og tí eiga kommunurnar at fáa nógv størri part av hesum. Tað eru jú vit borgarar í hvørji einstakari kommunu sum gjalda til landshúsarhaldið, og tí sjálvsagt eiga at fáa lut í inntøkum landskassans.

Krøvini til kommunurnar fara bert at vaksa við tíðini. Tað verður tí trupult hjá einstøku kommunum at fáa pening til íløgur. Raksturin vísir seg at vera støðugt hækkandi hjá flestu kommunum. Tí mugu felagsíløgur gerast, fyri nógv betur at fáa gagnnýtt landnyrðingsøki í Føroyum.

Gunvá við Keldu
Býráðslimur í
Klaksvíkar Býráð
og valevni Fólkafloksins