Eins og undanfarna ár fer Klaksvíkar Kommuna at luttaka á World Earth Hour, og vilja vit í hesum sambandi heita á borgarar, handilsfyritøkur og feløg í Klaksvíkar Kommunu, um at stuðla hesum tiltaki við at sløkkja ljósið leygarkvøldið 29. mars millum kl. 20.30 – 21.30.

Earth Hour er heimsins størsta serstaka umhvørvisátak og er kjølfest av WWF ( World Wildlife Fund).
Fleiri milliónir menniskjur, fleiri túsund handilsfyritøkur og feløg og býir um allan heim fara at sløkkja ljósið hendan tíman, sum eina áminning um at nakað má gerast fyri at minka um tær umhvørvisbroytingar, sum fara fram.
At umhvørvisbroytingar henda, er helst ongin ivi um. Vit vita best sjálvi hvussu hjálparsleys vit eru, tá stormar herja um okkara leiðir. So mikið meir eisini tá vit síggja, hvussu turkur herjar í øðrum partum av heiminum.
Við Earth Hour kanst tú eisini vísa tína ábyrgd viðvíkjandi umhvørvinum. Tað gerst tú best við at sløkkja ljósið leygarkvøldi 29. mars, millum kl. 20.30 – 21.30.Við at gera hetta verður tú við í tí felagsskapinum, sum vilja hava heimsins lond at gera nakað munagott umhvørvinum at frama.