Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvík fær stuðul til 24 røktarheimsbúpláss

John William Joensen

Røktarheim til 136 búfólk kring landið. Landsstýriskvinnan í almannamálum hevur í dag boðað fýra kommunum frá, at tær fáa stuðul til bygging av eldrabústaðum. Tilsagnirnar eru latnar við støði í tørvinum á búplássum í økinum.

Tær fýra kommunurnar, ið hava fingið tilsøgn eru Tórshavnar, Klaksvíkar, Vágs og Vestmanna kommuna, sum samanlagt fáa stuðul til 136 búpláss. Vágs, Klaksvíkar og Vestmanna kommuna fáa stuðul til hvør síni 24 búpláss og Tórshavnar kommuna fær til 64 búpláss. 

Stuðulsupphæddin er 700.000 krónur fyri hvørt røktarheimspláss, tó kann stuðulin úr landskassanum ikki fara upp um helvtina av samlaða kostnaðinum. 

Bráðfeingistørvurin nøktaður
Tað er stórur tørvur á fleiri bústøðum til eldri og í vár fekk landsstýriskvinnan við løgtingslóg heimild til at veita stuðul til bygging av eldrabústøðum. Endamálið við lógini var at eggja kommununum at fáa til vega fleiri búpláss. Lógin heimilar landsstýriskvinnuni at lata stuðul fyri tilsamans 95 mió. í tíðarskeiðinum 2009-11. 

Tá lógin fekk gildi, fóru boð til kommunurnar um, at tey høvdu møguleika at søkja stuðul. Tá umsóknarfreistin var úti hevði Almannamálaráðið móttikið ellivu umsóknir um stuðul á tilsamans 255 búpláss. 

Tað er Nærverk, sum umsitur eldrarøktina vegna landsstýriskvinnuna. Tí vóru allar umsóknirnar sendar Nærverk til ummælis. Landsstýriskvinnan hevur tikið til eftirtektar tilmælið frá Nærverk, sum fyrst og fremst er tekur atlit til tørvin á búplássum í upptøkuøkinum. Somuleiðis eru atlit tikin til, at landsstýriskvinnan hevur eina samlaða játtan á 95 mió. krónur. Yvirlit yvir bráðfeingistørvin sæst her: 

Bráfeingistørvur á eldrabúplássum býtt á økir. 

Økir Suðurstreym 71

Vágar/Norð-streym   16

Eysturoy 9 

Norður-oyggjar  25

Suðuroy 17

Sandoy 6

Verða hesar verkætlanirnar, sum skulu fáa til vega íalt 136 búpláss, veruleiki, so verður bráðfeingistørvurin á eldrabústøðum fyribils nøktaður.

Almannamálaráðið 14. oktober 2009