Fríggjamorgunin sóust menn hjá kommununi fara í holtur við at prýða býin til jóla, til gleði og hugna nú útisetar og aðrir gestir so smátt fara at koma heim at halda hesa serligu høgtíð.
Tíðirnar eru í løtuni ikki tær mest hugagóðu, men hetta eigur sjálvandi ikki at forða fyri at hava og skapa hugna – heldur tvørturímóti – og fríggjamorgunin sóust menn hjá kommununi fara í holtur við at prýða býin til jóla.
Í mun til undanfarin ár hevur kavin higartil í vetur verið væl meiri, men júst nú er ein skái, sum ger tað lættari hjá teimum, sum arbeiða úti.
Hann lovar tó kaldari veður aftur longu tíðliga í komandi viku, so kanska vit fáa eini hvítan jólamánað.




