Fríggjamorgunin 5/12-08 var framvegis einki alment frætt um framtíðina hjá fiskavirkinum á Kósini, og størsta arbeiðsplássið í Klaksvík liggur tí framvegis stilt.
Meðan vinnulívsmenn royna sítt ítarsta at fáa skip og virki aftur til Klaksvíkar og í gongd, so liggur eitt av størstu arbeiðsplássum í landinum stilt, meðan arbeiðskvinnur og –menn eru heima og bíða og vóna eftir skjótt aftur at fáa arbeiðsboð.
Óneyðugt er at siga, at hetta arbeiðsplássið er grundarlagið undir nógvum familjum í næst størsta býi í Føroyum, og tí hevur tað stóran týdning fyri lokalsamfelagið her, at ein loysn verður funnin fyri tey trý pørini her í økinum, samstundis sum Kósin fær tað neyðuga grundarlagið, bæði fíggjarliga og í rávøru, til at lata uppaftur og fáa fulla ferð aftur.
Nú Kósin liggur still, er í løtuni ríkiligt við rávøru til virkini hjá Fiskavirking, og harvið er fiskaprísurin í lægra lagi, skilst. Tað tænir tí heldur ikki fiskimanninum, at Kósin liggur still.
Umráðandi er, at tær kreftir, sum royna at fáa skipini aftur hendanvegin og virkið aftur í gongd, fáa alla ta uppbakking, sum tørvur er á.




